placeholder
Annað

Finalan í Trygd-kappingini leygardagin

Kurvabóltur: Spordrekin og Ravnur hittast aftur í ár um hvør er best í kurvabólti.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-03-22 10:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aftur í ár eru tað Sporðdrekin úr Havn og Ravnur av Toftum ið hittast í finaluni í Trygd-kappingini. Tey bæði undanfarnu árini hava somu lið leikt finaluna og vunnið hvør sína. Dystir millum tey bæði liðini eru vanliga sera javnir, so lagt er upp til eina spennandi finalu. Finalan byrjar kl. 15, og vanliga tekur tað ikki longri enn hálvan annan tíma at avgreiða ein dyst.

Ítrottarhøllin á Argjahamri hevur eina fulla skrá av kurvabólti leygardagin. Longu kl. 11 verður dysturin um 3. plássið hjá monnum leiktur, har Hávur úr Klaksvík og Hamar úr Havn hittast. Ein áhugaverdur dystur í dystinum er, at Kristmund Petersen (Hávur) og Ólavur W. Joensen (Hamar) bresta saman. Kristmund og Ólavur er millum allarbestu ungu leikarar í landinum, og spennandi verður at fylgja hvør dregur longsta stráið av teimum.

Kvinnufinalan verður kl. 13. Í kappingini er tvey lið við Hamar og samansetta liðið hjá Hávi/Ravni. Hamar hevur verið betra liðið gjøgnum árið, men seinast liðini hittust, gjørdi Hávur/Ravnur ikki mætari enn at vinna. So einki er avgjørt í kvinnukappingini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder