Annað

Mjølnir vann fyrsta settið í Klaksvík

Ukrainsku stórfavorittarnir vunnu tó trý tey næstu og harvið dystin. Seinni dysturin millum liðini í í CEV Challenge Cup verður klokkan 19 í morgin.

Eins og í fjør, tá Mjølnir fyrstu ferð var í kappingini, byrjaði liðið úr Klaksvík væl í fyrsta dystinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Eins og í fjør, tá Mjølnir fyrstu ferð var í kappingini, byrjaði liðið úr Klaksvík væl í fyrsta dystinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-10-16 22:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyameistararnir góvu ukrainsku gestunum og favorittunum ein hvøkk í fyrsta settinum í fyrra CEV Challenge Cup-dystinum.

Eins og í fjør, tá Mjølnir fyrstu ferð var í kappingini, byrjaði liðið úr Klaksvík væl í fyrsta dystinum og vann fyrsta settið.

Hetta var tætt - í hinum var eitt sindur størri munur, og tað var Reshetylika, sum var omaná. Serliga í 3. setti var útiliðið greitt omaná, og tað endaði samanlagt 1-3.

Tó ein góð avbjóðing hjá Mjølni, sum í løtum fekk víst sínar dygdir.

CEV Challenge Cup 1. umfar
Klaksvíkar Badmintonhøll, 16.10
Mjølnir - Reshetylika 1-3 (25-22, 19-25, 13-25 og 17-25)

Reshetylika skal gera arbeiði liðugt til seinna dystin, sum eisini verður í Badmintonhøllini í Klaksvík, meðan Mjølnir aftur skal bjóða av. Dysturin verður í morgin, hósdagin 17.10, klokkan 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder