Fótbóltur

Fingu ikki eitt bein til jørðina

Tað endaði við trimum stórtapum, tá føroyska U17-landsliðið við gentum í farnu viku luttók í EM-undankapping, sum varð spæld í Englandi.

(Mynd: Malena Josephsen)

(Mynd: Malena Josephsen)

2024-10-17 11:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: – Vit mugu bara ásanna, at hetta var ein harðar og kontantur lærupeningi. Allíkavæl skulu okkara gentur hava rós fyri góðan hugburð – tær stríðast og arbeiða hart alla tíðina, sjálvt um umstøðurnar vóru truplar, tá mótstøðan er so sterk.

Tað sigur Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, sum í farnu viku tók lut í EM-undankapping, sum varð spæld í Englandi.

Mótstøðulondini vóru England, Holland og Kekkia, og talan gjørdist um trý stórtap. Fyrst taptu Føroyar 7-0 fyri Englandi, síðani 7-0 fyri Hollandi, og í síðsta dystinum taptu Føroyar 9-0 fyri Kekkia.

– Fyri at siga sum er, so fingu vit nærum ikki eitt bein til jørðina. Munurin á deild A og B er stórur – heilt øgiliga stórur – og sjálvt um okkara gentur virkuliga gera tað, tær eru mentar, so er tað bara ikki nokk, um vit skulu vera á hesum stignum, sigur Eyðvør Jakobsen við heimasíðuna hjá FSF.

England vann bólkin við sjey stigum, Kekkia fekk seks stig, meðan Holland gjørdist nummar trý við fýra stigum. Føroyar endaðu aftast við ongum stigi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder