Fótbóltur

Ikki spælandi á Svangaskarði

Týdningarmikli dysturin hjá B68 móti EB/Streymi er fyribils útsettur til klokkan 18. Sum útgangspunkt fær Skála, sum spælir móti NSÍ, so møguleikan at leggja stórt trýst á kappingarneytarnar.

Tað er alt ov nógvur vindur á Svangaskarði til at spæla fótbólt seinnapartin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað er alt ov nógvur vindur á Svangaskarði til at spæla fótbólt seinnapartin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-20 14:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er mangan heldur torført at spæla fótbólt, tá liðið er út á heystið í Føroyum, og nú næstseinasta umfar er á skránni, og avgerandi dystir skulu spælast, er neyðugt at útseta ein dyst.

Portalurin hevur frætt, at B68 - EB/Streymur fyribils er fluttur til klokkan 18.

Manningarnar møttu á Svangaskarði, men har varð fyri lítlari løtu síðani staðfest, at tað ikki er spælandi fyri vindi í løtuni. Hetta vóru allir partar samdir í.

Tað sær tó betri út til seinni, og vóna verður at man fær avgreitt dystin í kvøld.

[object Object][object Object]
Tað var eisini ringt veður, tá júst Skála og B68 spældu á Svangaskarði í síðsta umfari. Tá varð tó spælandi (Myndir: Sverri Egholm)

Sí eisini: EB/Streymur hevur vunnið fimm av teimum seinastu sjey

B68 er í hørðum niðurflytingarstríði við Skála. Eitt stig skilur liðini. Tað er betri veður hinumegin fjørðin, og Skála - NSÍ byrjar klokkan 15.00.

Hetta vátta Skála og FSF.

Í hesum føri verður hugt burtur frá, at dystirnir skulu byrja samstundis - sum man annars ger seinastu umførini. Hetta tí at avgerðin á Svangaskarði er tikin so mikið seint, og tí tað er púra greitt, at tað skilabest at útseta.

Á Skála er tó sum útgangspunkt, og í mun til veður, eingin forðing fryi at byjar nú klokkan 15. Harvið kann Skála økja um munin, áðrenn B68 fer á vøllin.

26. og næstseinasta umfar í Betrideildini
Sunnudagin 20. okotber
KÍ - B36
07 Vestur - ÍF
HB - Víkingur 

Skála - NSÍ
(18.00): B68 - EB/Streymur

Allir dystirnir skuldu byrja klokkan 15.00 - vit hava ikki frætt um, at aðrir dystir eru útsettir.

Sum skilst er tað nú endaligt, at bríkslað verður í gongd á Toftum klokkan 18.00

Støðan í Betrideildini undan næststseinasta umfari:
1. Vìkingur 69 stig (+69)
2. KÍ 63 stig (+31)
3. HB 55 stig 
4. NSÍ 41 stig
5. B36 37 stig
6. 07 Vestur 27 stig
7. EB/Streymur 25 stig
8. Skála 19 stig
---------------------
9. B68 18 stig
10. ÍF 7 stig *

*Er flutt niður

Dagført: 14.48

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder