Fótbóltur

Víkingur er føroyameistari fyri triðju ferð

Víkingur fekk sítt stig í Gundadali, og harvið er tað, sum man hevur vitað í eina tíð, endaliga staðfest. Eitt flott FM er komið í hús.

Atli Gregersen og hinir lyfta steypið í Sarpugerði leygardagin. 70 stig og FM staðfest (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Atli Gregersen og hinir lyfta steypið í Sarpugerði leygardagin. 70 stig og FM staðfest (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-20 16:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veitslurómur er á mongu útiáskoðarunum í Gundadali. Víkingur hevur í dag endaliga tryggjað sær triðja føroyameistaraheiti í søgu felagsins. 

Hetta var við javnleiki í Gundadali móti HB. Tað hevði tó ikki heilt verið neyðugt, tí B36 javnaði seint í Klaksvík: Nú eitt umfar er eftir, kann eingin fáa liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen aftur.

Fyrrverandi Víkingurin, Noah Mneney, legði HB víð góðum skoti av brotssteigarmarkinum eftir hálvan tíma. Víkingur hevði tó verið betri fram til tá, og stutt fyri hálvleik javnaði afturvendi Poul Kallsberg, hvørs menning serliga seinasta árið er ein góð ímynd uppá arbeiði hjá Jóhan Peturi og Víkingi - og honum sjálvum.

[object Object]
Toppskjútti hjá Víkingi í ár við 11 málum. 21-ára gamli strandingurin hevur gjørt stóran mun hjá teimum í ljósabláum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað endaði eisini 1-1. Sum seinni hálvleikur leið sást, at Víkingur bara skuldi verja eitt stig og syrgja fyri at tryggja hetta.

Tað gjørdu teir í ljósabláum eisini - við hjálp frá nógvum mælskum áskoðarum úr Eysturkommunu. 

Trija FM-heitið hjá Víkingi sum vann í 2016 og 2017 eisini. Trý føroyameistariheiti uppá 17 ár, og Víkingur hevur á flottan hátt aftur staðfest seg sum eitt av fremstu feløgunum í Føroyum.

Steypið verður handað í Sarpugerði leygardagin seinnapartin. Veitslan er spakuliga byrjað, og hon heldur helst fram næstu tíðina í Eysturkommunu, nú avrikið skal hátíðarhaldast.

[object Object]
Fagnaður á Víkinga-fjepparum eftir seinasta bríks (Skíggjamynd: Televarpið)

Myndir og annað seinni.
Hjartaliga tillukku til Víking við FM-heitinum 2024!

26. og næstseinasta umfar í Betrideildini
Sunnudagin 20. okotber

HB - Víkingur 1-1 (1-0)
30' Noah Mneney (Ári Mohr Jónsson) 1-0
42' Poul Kallsberg (Olaf Bárðarson) 1-1

Meira um dystin her

KÍ - B36 2-2 (0-0)
61' Páll Andrasson Klettskarð (Kristoffer Ødemarksbakken) 1-0
66' Hallur Hansson (René Shaki Joensen) 2-0
77' Zean Dalügge (Mattias Hellisdal) 2-1
88' Anton Søjberg (Bjarki Nielsen) 2-2

07 Vestur - ÍF 5-1 (2-1)
3' Filip Brattbakk (Jón í Horni Nielsen) 1-0
5' Silas Gaard 1-1
26' Kevin Egell Johnsen (Mikkel Jakobsen) 2-1 
51' Julian Mouritsen (Jón í Horni Nielsen) 3-1
59' Mikkel Jakobsen (Amer Ordagic) 4-1
90 (+2)' Albert Theis Nielsen (Julian Mouritsen) 5-1

Skála - NSÍ 0-0

18.00: B68 - EB/Streymur

Støðan í Betrideildini eftir 26 umfør
1. Vìkingur 70 stig *
2. KÍ 64 stig
3. HB 56 stig 
4. NSÍ 42 stig **
5. B36 38 stig
6. 07 Vestur 30 stig
7. EB/Streymur 25 stig ****
8. Skála 20 stig
---------------------
9. B68 18 stig ****
10. ÍF 7 stig ***

Føroyameistari
** Tryggja 4. plássið
*** Flutt niður
**** Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder