Annað

U19 landsdystir í flogbólti í Havn

Fríggjadagin 25. oktober til sunnudagin 27. oktober verður árliga NEVZA kappingin fyri U19 landslið fyri bæði kvinnur og menn í høllini á Hálsi.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-21 14:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Næstu trý árini verður Flogbóltssamband Føroya vertur fyri árligu NEVZA kappingini. Annað hvørt ár, er kappingin undankappingin til U20 Eurovolley kappingina og annaðhvørt ár er kappingin ein vanlig NEVZA kapping. Føroyar, Ísland, Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark og Ongland hava møguleika at luttaka.

Í ár er kappingin ein vanlig NEVZA kapping og komandi ár verður talan um eina Eurovolley undankapping.

Føroysku liðini hava fyrireikað seg í eina tíð, og eru bæði liðini fyri kvinnur og fyri menn nú úttikin.

Venjarar hjá U19 kvinnunum, Ragnar í Haraldstovu og Hanna Andriasdóttir Olsen hava úttikið hesar 12 leikararnar til kappingina: Nicola Toftegaard, Saranja Mouritsen, Bára Leonsson Mouritsen, Marita Heinadóttir, Osla Johannesen, Maria Teresa Vitalis, Arina Joensen, Sofía Weihe Simonsen, Anja Sólja Niclasen, Ása Thorkildshøj, Ranja Jóhannesdóttir Magnussen og Miriam Johannesen (vantar á myndini).

[object Object]

Venjarar hjá U19 monnunum, Boban Ilic og Oleksandr Dmytriiev hava úttikið hesar 12 leikararnar til kappingina: Tóki í Haraldstovu, Filip Ilic, Elias Ellingsgaard Petersen, Vuk Ilic, Róar í Haraldstovu, Adrian Lind Jacobsen, Árni Lamhauge Mohr, Óli Kluftá Hvítklett, Hákun Nón, Rani Ákason (vantar á myndini), Silas Poulsen (vantar á myndini) og Lukas Poulsen (vantar á myndini).

[object Object]

Føroyski U19 kvinnurnar leggja fyri fríggjadagin klokkan 10, tá tær hitta Noreg, ímeðan U19 mennirnir leika teirra fyrsta dyst frígjadagin klokkan 13 ímóti Svøríki.

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder