Fótbóltur

Uppflyting tvey ár á rað

FC Suðuroy skal nú brynja seg til eina nýggja tilveru eftir enn eitt støðufast kappingarár undir Pól Thorsteinsson. Liðið er ein blanding av yngri og eldri lokalum við góðum útlendskum styrki.

Tað er fyrrverandi fasti landsliðsspælarin Pól Thorsteinsson, sum sjálvur vann fleiri FM, sum hevur stjórnað besta mansliðnum hjá FC Suðuroy tvey tey seinastu árini. Liðið hevur bert tapt tríggjar av seinastu 48 landskappingardystunum (Mynd: FC Suðuroy)

Tað er fyrrverandi fasti landsliðsspælarin Pól Thorsteinsson, sum sjálvur vann fleiri FM, sum hevur stjórnað besta mansliðnum hjá FC Suðuroy tvey tey seinastu árini. Liðið hevur bert tapt tríggjar av seinastu 48 landskappingardystunum (Mynd: FC Suðuroy)

2024-10-22 13:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri beint yvir einum ári síðani spældi FC Suðuroy dystir í triðbestu føroysku mansdeildini. Um beint yvir fimm mánaðir skal liðið spæla í fremstu røð.

FC Suðuroy hevur ongan dyst spælt í Betrideildini "á egnum beinum" síðani 3. oktober 2015. Tá varð niðurflytingin veruleiki í Gundadali

Í 2017 og 2018 var eitt felagslið úr Suðuroynni í Betrideildini. TB/FCS/Royn fekk bæði árini beint undir 30 stig, og ítróttarliga tyktiskt hetta at rigga rímiliga væl. Trupulleikar vóru tó uttanfyri vøllin við tí fyrisitingarliga, spurningunum um tað fíggjarliga, hvar heimavøllurin skuldi vera o.s.fr.

[object Object]
Salmundur Bech úr Porkeri í steypahálvfinalu við TB/FCS/Royn. Miðvallarin hevur nógvar royndir úr Betrideildini, men hevur tvey av seinastu fýra árinum spæld við barndómsfelagnum - sum nú skal upp í Betrideildina (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Samstarvið sltinaði, og FC Suðuroy "byrjaði av nýggjum" í triðbestu deildini. Hetta av tí, at besta liðið hjá felagsliðnum spældi uppá loyvi hjá TB, sum var í fremstu røð, tá tað byrjaði. Næstbesta liðið hjá TB/FCS/Royn fór so syngjandi niður úr 1. deild í 2018. 

Tískil hevur FC Suðuroy skula bygt nógv upp men hevur eisini fingið tíð til tað. Í 2020 varð uppflyting veruleiki á Eiðinum, men liðið flutti niður aftur beinanvegin.

Lokalir og útlendskir profilar

Til kappingarárið 2023 tók Pól Thorsteinsson við. Nakrir ungir spælarar høvdu ment seg í árunum frammaundan - gjøgnum miðvíst ungdómsarbeiði og undir Palla Augustinussen. 

Lokalir ungir profilur sum liðformaðurin Pætur Augustinussen, Alexander Holm Kilgour, málslúkurin Fríði Holm og málverjin Rasmus Olsen hava havt stórar leiklutir í serliga 2023 og 2024. Millum annað hevur Fríði verið toppskjútti tvey tey seinastu árini og hevur 21-ára gamli áleyparin hann yvir 60 mál fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum. 

Bæði í 2023 og 2024 hava tríggir útlendksir profilar verið: Verjuspælarnir Valerian Iobashvili og Jimmy Abdul og iðvallarin Emmanul Andorful. Teir báðir síðstnevndiu eru komnir sum partur av einum samstarvi við eitt afrikanskt akademi, og serliga hevur Abdul gjørt stóran mun. Royndi georgin "Ioba" spældi við, tá FC Suðuroy var í Betrideildini seinast.

Til hetta kappingarárið komu tríggir spælarar, sum eru uppvaksnir í FC Suðuroy (og VB/Sumba), aftur. Dánjal Godtfred, Salmundur Bech og John Villi Leo hava nógvar royndir úr Betrideildini og hava gjørt stóran mun í 1. deild fyri barndómsfelagið.

[object Object]
Dánjal Godtfred hevur í fleiri ár gingið á odda fyri TB og EB/Streym í Betrideildini. Nú er vágbingurin aftur, har vøggan stóð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hópurin sæst her

Støðufesti undir Pól - bert tap tríggjar av 48 dystum

FC Suðuroy flutti ógvuliga sannførandi upp úr 2. deild í 2023. Liðið vann 18 av 22 dystum og spældi hinar fýra javnar. Ósigrað, 94 mál skorað og bert tólv mál inn.

Í ár gjørdist skjótt greitt, at FC Suðuroy ikki fór at stríðast í botninum í 1. deild. Uppflytararnir hava víst eitt stórt støðufesti, í mun til at man hevur fingið stig í so at siga øllum dystum: Bert trý tap í 26 dystum og einki lið hevur tapt færri dystir í 1. deild.

Uppflytingin hevur verið at hómað leingi, og varð hon staðfest á Argjum leygardagin.

[object Object]Hópurin fegnast um uppflytingina eftir javnleikin á Argjum (Mynd: FC Suðuroy)

Nýggjar tíðir á Eiðinum

Tað verður ein nýggjur veruleiki í Vági og í sunnaru hálvu av Suðuroynni í 2024. FC Suðuroy skal royna at taka eitt lop, sum aftur er hægri: Úr 1. deild til Betrideildina.

Fleiri av spælarunum, sum vóru við frá 2. deild, verða eisini við í fremstu røð. Nakað av styrki má helst til.

Pól Thorsteinsson hevur gjørt eitt stórt arbeiði. Tað liggur í kortunum, at hann heldur fram, men Pól hevur ikki A-venjaraprógv. Til tað má ein loysn finnast.

Umstøðurnar á Eiðinum eru heldur ikki heilt til Betrideildina, við millum vantandi áskoðaraplássum og vantandi taki útyvir. Slíkt skal FC Suðuroy helst samráðast við FSF um og fáa gongd á.

Sí eisini: Skulu hava nýggj ljós á Eiðinum

[object Object]
Her hevur ikki verið fastur Betrideildarfótbóltur í næstan 10 ár (Mynd: Vágs kommuna)

Stroymingarnar av Eiðinum seinastu árini hava verið undirhaldandi - í 2025 standa bestu liðini í Føroyum har, og FC Suðuroy skal royna at takkla nýggja veruleikan væl.

Síðst í 70'arinum hevði GÍ tvær uppflytingar á rað og fann støðufesti í fremstu deildini. Skála gjørdi tað eisini fyrst í hesari øldini. Tað eru øðrvísi tíðir nú, og FC Suðuroy skal gera nógv rætt í vetur og í 2025 sum heild.

Fyri fyrstu kunnu tey í sunnaru hálvu av Suðuroynni fegnast um uppflytingina: Seinasti dysturin í næstbestu deildini á hesum sinni verður heimadysturin móti NSÍ fríggjadagin. Liðið fær allarhelst silvurkrónur.

Tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder