Fótbóltur

Ongland legði út við stórsigri

Sterling var í hopla á Wembley; í Andorra vunnu íslendingar og heimsmeistararnir løgdu út við tryggum sigri.

Raheem Sterling gjørdi hattrick móti Kekkia(Mynd: EPA)

Raheem Sterling gjørdi hattrick móti Kekkia(Mynd: EPA)

2019-03-22 21:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sjey dystir í EM-undankappingini eru leiktir í dag. 

Ongland byrjaði sína undankapping við einum 5-0 sigri. Raheem Sterling er glóðheitur beint nú; vongurin skoraði trý mál í kvøld. Brotspark frá Kane og sjálvmál vóru hini málini. Upplegg frá 18-ára gamla debutantinum Jadon Sancho, og debut til Chelsea-talentið, Hudson-Odoi, og Declan Rice, ið valdi Ongland framum Írlandi, gjørdi ikki kvøldið verri hjá Southgate og co. 

Í bólki H vunnu útiliðini, og tað var ikki yvirraskandi. Hjá Fraklandi komu Giroud, Griezmann, Mbappé og Varane á máltalvuna. Í Andorra útførdu íslendingarnir uppgávuna.

Í bólki B megnaðu Ronaldo og co. ikki at umseta yvirvágina til mál, og Luksemborg vísti, at lítla landið hevur yvirhálað Litava.   

Bólkur A: 
17.00: Bulgaria - Montenegro 1-1 (0-0)
19.45: Ongland - Kekkia 5-0 (2-0)

Fimm lið eru í bólkinum - Kosovo hevur frí í 1. umfari

Bólkur B: 
19.45: Luksemborg - Litava 2-1 (1-1)
           Portugal - Ukreina 0-0

Fimm lið eru í bólkinum - Serbia hevði frí í 1. umfari

Bólkur H:
19.45: Albania - Turkaland 0-2 (0-1)
          Andorra - Ísland 0-2 (0-1)
          Moldova - Frakland 1-4 (0-3)

Les eisini: Úrslit frá í gjár

Í morgin er fyrsta umfar í trimum teimum seinastu bólkunum; m.a bólki H har Føroyar eru við. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder