Fótbóltur

Gunnar skoraði í søguligum sigri hjá Víkingi

Leirvíkingurin staðfesti tey trý Conference League-stigini við stútara til 3-1 seint í dystinum. móti Cercle Brügge. Fyrsti íslendski sigurin nakrantíð í einum bólkaspæli/deildarspæli er veruleiki.

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir kundu veruliga fegnast um serstakan sigur í gjárkvøldið. Armarnir skulu tó niður aftur - sunnudagin er meistarafinala móti Breiðablik (Mynd: fotbolti.net)

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir kundu veruliga fegnast um serstakan sigur í gjárkvøldið. Armarnir skulu tó niður aftur - sunnudagin er meistarafinala móti Breiðablik (Mynd: fotbolti.net)

2024-10-25 06:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør skoraði Klæmint Andrasson Olsen tvey mál í Conference League-bólkaspælinum fyri Breiðablik. Liðið úr Kópavági fekk tó einki stig í seks dystum - nú hava Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík fingið stig í ársins útgávu.

Ikki nóg mikið við tí: Føroyski landsliðsspælarin skoraði, og Víkingur vann eisini heldur óvæntað á Cercle Brügge. Belgiska liðið hevur tó fingið eina ringa byrjan uppá heimligu kappingina og tapti eisini í Kópavági, har Gunnar og Víkingur spæla sínar heimadystir í deildarspælinum.

Útiliðið kom annars á odda, tá eitt korter varð spælt. Víkingur svaraði beinanvegin og hóast eitt misnýtt brotspark, so eydnaðist heimaliðnum at basa belgisku gestunum.

Tað bleiv 2-1 í 77. minutti, og seks minuttir seinni var Gunnar Vatnhamar á blettinum og stútaði bóltin í netið til endaliga úrslitið 3-1.


[object Object]
Skíggjamynd: mbl.is

Tað er ikki eydnast at finna líkinda upptøkur av málið Gunnars í sigrinum í gjár.

[object Object][object Object]Myndir: fotbolti.net

Stór frøi á "víkingunum" og á millum annað íslendsku miðlunum. Teir á fotbolti.net, mbl.is og aðrastaðni skriva dúgliga um søguliga avrikið. Hetta er eisini fyrstu ferð, at eitt íslendskt felag vinnur á einum belgiskum liði í evropeiskari kapping - í 29 royndum.

Stórt avrik av Gunnari Vatnhamar og teimum. 29-ára gamli leirvíkingurin og hinir liggja eftir tvey umfør til play-off. Næsta uppgáva í Conference League er bosniska Borac Banja Luka, ið sló KÍ út fyrr í ár, á heimavøll. Hetta verður 7. november.

Sunnukvøldið hevur Víkingur stóra uppgávu: Gunnar og teir spæla eina beinleiðis finalu um íslendska meistaraheiti móti Patrik Johannesen og liðfeløgunum úr Breiðablik.

Bæði liðini hava 59 stig undan hesum seinasta umførinum. Varandi meistararnir Víkingur hava tó fyrimunir; dysturin er á Vìkingsvøllinum og teir hava eisini betri málúrttøku.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder