Fótbóltur

Jákup Thomsen byrjar inni ístaðin fyri Jóan Símun

Knæði hjá Jóan Símun Edmundsson argar so mikið, at ungi havnarmaðurin úr FH avloysir hann frá byrjan.

Jákup L. Thomsen byrjar, eins og í november, inni á Malta(Mynd: Sverri Egholm)

Jákup L. Thomsen byrjar, eins og í november, inni á Malta(Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-23 16:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár fekk Jóan Símun Edmundsson trupulleikar í vinstra knæði, ið hann hevur havt skaða í fyri stuttum. Bielefeld-leikarin noyddist at gevast, fekk bind um knæði, men vit fingu stutt eftir at vita at hetta ikki var álvarsligt.

Jóan Símun var ímillum teir fyrstu ellivu, tá liðið hjá Føroyum varð kunngjørt í dag, og hann hitaði eisini upp. Jákup L. Thomsen byrjaði tó at hita eitt sindur við upp eisini. Stutt áðrenn leikararnir fóru inn, gav Jóan Símun tekin um, at hann ikki kundi spæla, og at ein skifting skuldi gerast. 

Fleiri leikarar fóru skjótt yvir til Jákup Thomsen, og góvu honum nøkur orð við á vegnum - serliga Hallur Hansson. Jákup byrjaði eisini inni, tá Føroyar spældu móti Malta í Nations League í november. Tá var Jóan Símun Edmundsson skaddur í knænum. Tá gjørdu Føroyar eisini eina útskifting undir upphitingini: Heini Vatnsdal fyri Rógva Baldvinsson.

Harvið er føroyska liðið hetta frá byrjan: 

(4-4-1-1): Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Atli Gregersen (L), Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Brandur Hendriksson Olsen, Rene Shaki Joensen - Hallur Hansson - Jákup L. Thomsen

Fylg við gongdini á forsíðuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder