NSÍ megnaði ikki at siga takk fyri seinast við B68 og samstundis hjálpa kommunufeløgunum hinumegin fjørð. Frammanfyri ógvuliga lívligum áskoðarafjøldum við Løkin gjørdi B68 bart.
Liðið, sum bert hevði vunnið fýra av 26 dystum og skorað 19 mál, skoraði fýra ferðir við Løkin og fekk trý lívsneyðug stig.
Í fyrra hálvleiki tóku 19-ára gamli leigusveinurin úr KÍ, Jóhan Josephsen, og 17-ára gamli havnarmaðurin, Bartal Páll Klein ábyrgd og prikaðu bóltin í NSÍ-málið eftir ivasamt verjuspæl. B68 vísti kynismu.
Steffan Løkin var tvær ferðir nær við at minka fyri heimaliðið, men ikki fyrrenn i 83. minutti skoraði innskifti Búi Egilsson til 1-2.
Til tá í 2. hálvleiki hevði B68 havt tamarhald - men eisini verið hepnir: Bæði Hjalti Strømsten og Aleksandur Jensen burdu helst fingið reytt kort fyri ávikavist hevnisøku (spark) og at fella Petur Knudsen sum síðsti maður.
Altjóða dómarin Heini Ziskason Viðoy vísti tó bara gult í teimum báðum støðunum eftir samráð við hjálpaedómara. NSÍ spældi heldur ikki nóg væl til at vinna.
B68 setti stórt punktum seinastu løtuna. Eftir flott forarbeiði av serliga Jóhan Josephsen í báðum førum, økti Bartal Páll Klein hegnisliga við sínum vinstra beini: Tað seinna var eftir brotsspark.
4-1 til B68 sum havið endaði kappingarárið við manér við Løkin og helt sær uppi.
Skála stóð ímóti í fyrra hálvleiki í Gundadali, men eftir steðgin setti B36 ferð á og vann 3-0. Liðið hjá Magna Hoseth skal royna at koma í Evropa gjøgnum steypakappingina - Skála noyðist niður aftur í næstbestu deildina.
Betrideildin, 27. og seinasta umfar
Í dag, leygardagin 26.10
NSÍ - B68 1-4 (0-2)
22' Jóhan Josephsen 0-1
29' Bartal Páll Klein 0-2
83' Búi Egilsson 1-2
87' Bartal Páll Klein 1-3
90 (+6)' Bartal Páll Klein, br. 1-4
B36 - Skála 3-0 (0-0)
Hini úrslitini:
Víkingur - 07 Vestur 4-1
ÍF - KÍ 1-4
EB/Streymur - HB 1-4
Sí meira um dystirnar ovast á portal.fo
Støðan í Betrideildini eftir 26 umfør
1. Vìkingur 73 stig *
2. KÍ 67 stig
3. HB 59 stig
4. NSÍ 42 stig **
5. B36 41 stig
6. 07 Vestur 30 stig
7. EB/Streymur 28 stig
8. B68 21 stig
----------------------
9. Skála 20 stig ***
10. ÍF 7 stig ***
* Føroyameistari
** Tryggja 4. plássið
*** Flutt niður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald