Fótbóltur

Geza: Passið er næstan 100 prosent uppá pláss

Miðvallarprofilurin hjá Víkingi fær tað eftir øllum at døma síðst í januar 2025. Tað merkir tó ikki, at hann við 100 prosent vissu fer nakran veg enn. Geza heldur annars, at Atli og Sølvi eru mest umráðandi Víkingarnir í sterku eindini.

- Tað er hart arbeiði fyrst og fremst, men so eisini at man trýr uppá tað. Har hjálpti steypagullið í 2022 væl, og vit eru ein eind, staðfestir Geza Turi. Hann tekur tó millum annað teir elstu og teir nýggjastu fram (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Tað er hart arbeiði fyrst og fremst, men so eisini at man trýr uppá tað. Har hjálpti steypagullið í 2022 væl, og vit eru ein eind, staðfestir Geza Turi. Hann tekur tó millum annað teir elstu og teir nýggjastu fram (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-26 20:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er so lekkurt at endliga kunna siga, at man er føroyameistari og so bara njóta tað. Framvegis eitt sindur løgin kensla, men nakað serligt at vit hava megnað hetta.

Soleiðis sigur 23-ára gamli Geza David Turi, sum loksins hevur eitt FM-gullmerki um háslin. Portalurin tosaði við gávaða Víkinga-miðvallaran stutt eftir steypahandanina í Sarpugerði.

Vit bóðu hann millum annað geva uppskriftina fyri, hví Víkingur nú stendur gullinum. At trúgva uppá tað hevur verið ógvuliga týdningarmikil, staðfestir Geza, sum eisini hevur nógv rós til superveteranarnar á liðnum; teir báðir einastu í núverandi hópi, sum høvdu stóran leiklut í FM-árunum í 2016 eisini

- Tað er hart arbeiði fyrst og fremst, men so eisini at man trýr uppá tað og ger tað. Vit vunnu steypakappingina fyri tveimum árum síðani, og tað vísti, at tað ber til at fáa gull við hesum konseptinum - tað gjørdi, at vit veruliga trúðu uppá FM eisini. Tað gjørdi tað eisini hugaligari hjá Atla og Sølva at halda fram at spæla. Og hetta eru teir mest umráðandi spælararnir í hópinum. Teir eru so góðir og eisini so umráðandi við at hjálpa okkum yngri við menningini.

[object Object][object Object]
Superveteranarnir - samanlagt 80 ár og seks FM við Víkingi - lyfta steypið (Myndir: Jens Kr. Vang)

Geza Turi, sum hevur havt sítt besta kappingarár, í mun til mál (5), nevnir eisini teir báðar sum eru komnir uttanfrá seinastu tvey árini: Sum dømi um menning, trúgv men eisini týdningin av at fleiri ymiskir hava gjørt mun við málskjótingini í ár:

- Vit síggja til dømis Poul (Kallsberg, red) sum kemur úr Skála og ger tað væl har. So kemur hann her, sleppur ikki ordiliga inn á liðið beinanvegin, men í ár er hann besti spælari hjá okkum. Hevur 12 mál nú, yvir tíggju upplegg eisini og ger bara stóran mun.

- Eisini Jørgen: Blívur skaddur áðrenn kappingaryrjan men kemur so spakuliga í gongd og fær næstan tíggju mál - og flytir seg nógv, Eingin hevur eina rúgvu av málum. Næstan allir skora, og vit gera tað sum eitt lið, staðfestir Geza.

[object Object]
Mynd: Jens Kr. Vang

Sí fleiri myndir frá gullgleiminum í Sarpugerði HER

Passið nærkast - framtíðin eitt sindur óviss

Geza David Turi er føddur í Ungarn í oktober 2001, men smá fimm ár seinni flutti hann til Føroyar, tí pápin skuldi verja málið hjá GÍ. "Gamli Geza" vann FM við Víkingi í 2016, gavst so og hevur síðani verið málmansvenjari; millum annað hjá KÍ í nógv ár. 

"Lítli Geza" sær seg sum bæði ungara og føroying - sum hann jú er - og hevur hann búð í Norðragøtu størsta partin av lívinum. Fimm ár eftir 18-ára føðingardagin er danska passið tó framvegis ikki komið. Nú er tó ikki long tíð eftir. Geza var fyrr í vikuni á serstaka listanum yvir fólk, sum eru nær við at fáa danskt pass. Nú skal hann bara lata vera við at bróta lógina næstu tríggjar mánaðirnar:

- Tað er næstan 100 prosent, sigur Geza smílandi. Eg má bara ikki gera nakað ólógligt so sum at koyra ov skjótt. So fái eg tað síðst í januar. Tað er tað, sum eg nú havi fingið at vita.

Hetta merkir, at hann formliga er danskur ríkisborgari og føroyingur og harvið kann spæla á føroyska A-landsliðnum. Geza Turi hevur áður sagt, at hann ætlar sær at royna seg uttanlands, eftir at hetta er komið uppá pláss - um hann hevði verið farin áðrenn, hevði tilgongdin verið nustillað. 

[object Object]
Geza eldri og Geza yngri. Nú nærkast til gávaði miðvallarin, sum aftur í ár hevur veirð profilur, verður tøkur fyri føroyska landsliðið (Mynd: FSF)

Men tá vit tosa við Geza í Víkingahúsinum í kvøld er hann ikki heilt so vísir í, at tað verður longu fyrst í 2025, at hann fer úr Víkingi og Føroyum fyri at vera yrkisspælari. Hann hevur eina "optión" uppá eina leingjan av sáttmálaa við barndómsfelagið og staðfestir, at tað kann millum annað kann fara at snúgva seg um, hvør annar leingir:

- Eg fái ikki sagt endaliga, um eg spæli við Víkingi ella ikki í 2025. Tað má eg finna útav skjótt. Tað hongur eisini saman við, hvørji tilboð liggja á borðinum aðrastaðni, men eisini hvat hinir gera. Um til dømis Atli, Poul, Olaf og Jørgen halda fram...teir hava allir havt eitt gott kappingarár, og áhugi er fyri teimum - kanska ikki fyri Atla - men hetta kann ger mun fyri meg. Og til dømis hevði tað verið stuttligt at sleppa at spæla Champions league, sum eg ikki havi roynt fyrr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder