Fótbóltur

Patrik Johannesen er íslendskur meistari

Tvørmaðurin spældi ikki í kvøld, tá Breiðablik vann greitt í íslendsku meistarafinaluni á Víkingi Reykjavík og Gunnar Vatnhamar. Patrik hevur tó tó 17 dystir í meistaraárinum.

29-ára gamli føroyingurin fekk krossbandsskaða í fjør men hevur havt nakrar góðar løtur í 2024 - nú endar hann við gullheiðursmerki

29-ára gamli føroyingurin fekk krossbandsskaða í fjør men hevur havt nakrar góðar løtur í 2024 - nú endar hann við gullheiðursmerki

2024-10-27 21:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóskvøldið vann Víkingur Reykjavík 3-0 á Cercle Brügge í Conference League-dystinum á Kópavágsvøllinum, har Gunnar Vatnhamar skoraði. Hesin sigurin hevur tó helst kostað nakað, í mun til orku og hugsavnan, tí í kvøld tapti Víkingur 3-0 á heimavølli í íslendsku "meistarafinaluni".

Breiðablik vann brakið á Víkingsvøllinum. Liðini vóru jøvn í stigum áðrenn brakið, men Víkingur hevði betri málúrttøku. Harvið skuldu gestirnir vinna, og teir komu eisini frammum stutt fyri stegðin.

Í 50. minutti varð 2-0. Síðani hevði Víkingur nakrar stórar málmøguleikar, men tað var útiliðið, sum átti seinsta orðið og fagnaðin í Reykjavík, har tað var stúgvandi fult av fólki. 3-0 Triðja meistaraheitið felagsins, og ta seinna í trý ár, kom í hús.

Patrik Johannesen sat á bonkinum allan dystin hjá Breiðablik. Hetta hevur hann gjørt fimm umfør á rað, men 29-ára gamli tvøramaðurin hevur tó spælt 17 av 27 dystum, skorað tvey mál og lagt upp til trý mál. 

Patrik, sum Breiðablik keypti leysan fyri tveimum árum síðani, hevði í fjør krossbandsskaða. Hann kann nú fegnast saman við millum annað Daniel Obbekjær. Danski miðverjin spældi í fjør við 07 Vestur - í ár hevur hann verið í Breiðablik.

Gunnar Vatnhamar harmast. 29-ára gamli leirvíkingurin og liðfelagarnir vunnu greipuna í fjør, men í ár hevur Víkingur tapt bæði steypafinaluna og "meistarafinaluna". Leirvíkingurin spældi allar 90 minuttirnar í dag.

Liðið er tó framvegis í Conference League-deildarspælinum, har næsta uppgávan er 7. november móti Borac Banja Luka.

Portalurin ynskir Patriki Johannesen tillukku við meistaraheitinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder