Tað er nú beint undir ein mánaði, til føroyska kvinnulandsliðið setur kósina móti Sveis.
Føroyar skulu spæla tríggjar bólkaspælsdystir í Basel, og har er tað vertstjóðin, sum man á pappírinum hevur best møguleika ímóti.
Hetta staðfesti landsliðsvenjarin Claus Mogensen, tá vit fingu orðið á hann í sambandi við eina venjing í Hoyvík.
- Tað verður tó eisini trupult móti vertstjóðini. Kroatia er eitt kropsliga gott lið, sum vit skulu royna at arga. Danmark hevur so at siga ongan veikleika - tað er ongantaðni, at vit eru betri enn tær donsku.
Sí fleiri myndir frá venjingini HER
Nakað soleiðis tók danski venjarin samanum mótsstøðuliðini hjá Føroyum.
Í mun til hóp, staðfesti Claus Mogensen, at minst 16 verða úttiknar, og at verulig kapping er um plássini.
- Vit royna at hyggja uppá nakrar nýggjar relatiónir á liðnum, og nærri eftir nøkrum sum hava verið skaddar ella átt barn.
Sí samrøðuna omanfyri.
Filmað og klipt: Egin Tollaksson Kass
Sí eisini: Bjarta Johansen: - Merkist væl at allar vilja til EM
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald