Bogaskjótisamband Føroya: Um vikuskiftið varð vetrarskráin í bogaskjóting skotin í gongd í skjótihøllini hjá bogaskjótifelagnum Ørvi. Eysturoyarfelagið hevur skjótihøll í kjallarahæddini í bygninginum hjá shippingfelagnum Navigare á havnarlagnum í Søldarfirði.
Lagt var fyri leygardagin við barna- og ungdómsskjótingini, sum verður skipað øðrvísið í vetur samanborið við undanfarin ár. Áður hava allir skjúttar undir 16 ár kunnað teknað seg til at skjóta í 12 metra frástøðu, og tey hava so øll kappast í einum og sama bólki. Tað er broytt, so at tað nú verður kappast í trimum aldursbólkum frá U18 og niðureftir: U18, U16 og U12. Hjá U18 er frástøðan 18 metrar, hjá U16 er hon 12 metrar, og hjá U12 er frástøðan 8 metrar.
Fyri at ongin skal noyðast at flyta í annan aldursbólk mitt í vetrarkappingini, hevur Bogaskjótisamband Føroya (BSKF) gjørt av, at skiftið millum aldursbólkarnar er 31. oktober, tó so at roknað verður fram til og við nýggjársaftan árið eftir.
Jónas og Narvi skutu úr 18 metrum
Dømi um, hvussu nýggja skipanin ávirkar býtið í aldursbólkar, var aktuelt longu í compoundkappingini hjá dreingjum í Søldarfirði leygardagin: Jónas B. Poulsen úr Ørvi er 14 ár, men 1. november fyllir hann 15. Tað merkir, at hann fyllir 16 næsta kalendaraár, og tí skal hann longu nú skjóta í U18, har skjótifrástøðan er 18 metrar.
Kappingarneytin hjá honum, Narvi E. Jensen, sum eisini skjýtur við Ørvi, er bara 13 og fyllir 14 í mars. Tí kann hann kappast í U16, har tey skjóta í 12 metra frástøðu.
Tað ber tó altíð til at tekna seg til kapping í einum eldri aldursbólki, enn ein av røttum hoyrir til í – bara ikki í einum yngri. Tað gjørdi Narvi, tí hann vildi hava kapping, og gjørdi hann ikki tað, hevði hann verið einsamallur í U16 og Jónas einsamallur í U18.
Í BSKF vóna tey, at skipanin við at skifta aldursbólk longu 31. oktober verður ein fyrimunur í sambandi við luttøku í útlendskum ungdómskappingum, har aldursbólkarnir altíð fylgja kalendaraárinum. Við serligu skipanini í heimligu kappingini, kunnu føroysku skjúttarnir nevniliga vera eitt sindur frammanfyri í royndum í eitt nú U18 samanborið við kappingarneytarnar úr øðrum londum.
Samanborið við grannalondini eru eisini færri aldursbólkar í nýggju skipanini hjá BSKF við tað, at U14 og U21 ikki eru við.
Marta B. Poulsen (Ørvur) hevði bara seg sjálva at kappast ímóti í compound í bólkinum U16 gentur, men tað forðaði henni ikki at seta persónligt met við 60 pílum, tá hon í innleiðandi umfarinum fekk 446 stig
Marta setti met
Hóast tað kanska ikki bleiv so nógv tilfar til hagfrøðiligar greiningar, so bleiv skjótingin í Søldarfirði leygardagin undirhaldandi, og tvey persónlig met blivu enntá sett.
Marta B. Poulsen úr Ørvi, sum áður hevur skotið bæði við recurveboga og berboga á 12 metrum, royndi seg hesaferð við compoundboganum. Hon er bara 11, men fyllir 12 í februar, tá vetrarkappingin er reiðiliga hálvrunnin. Tískil er hon ov gomul til U12, og skal kappast í U16 í vetur. Hon hevði bara seg sjálva at kappast ímóti leygardagin, men ta avbjóðingina tók hon í so mikið stórum álvara, at hon í innleiðandi umfarinum við 446 stigum setti persónligt met við compoundboganum.
Brandur T. Hansen (Tambar) vann gull og Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot) silvur í recurvekappingini hjá dreingjum í U16
Brandur setti met
Eisini recurveskjúttin Brandur T. Hansen úr havnarfelagnum Tambar vísti, at hann hevur hildið støðið í summarsteðginum – og reiðiliga tað. Í innleiðandi kappingini fekk hann 502 stig, sum eisini er hansara persónliga met.
Mótstøðumaðurin hjá honum var tvífaldi FM-vinnarin í seinastu vetrarkapping, Jón Sjúrður Jóhansson úr Vágaskoti.
Jón Sjúrður fekk 367 stig í innleiðandi kappingini leygardagin, og finaluna millum teir báðar vann Brandur sannførandi 6-0.
Jón Sjúrður er bara 9 ár, fyllir 10 í mars, og kundi tí skjóta í U12 í 8 metra frástøðu, um hann vildi. Men so hevði hann verið einsamallur í tí bólkinum, eins og Brandur, ið verður 13 í mars, hevði verið einsamallur í U16. Jón Sjúrður vildi heldur hava kapping, og skjeyt tí ímóti Brandi í U16.
Javnasti og tískil mest spennandi dysturin leygardagin var í compoundkappingini hjá dreingjum U18, har frástøðan er 18 metrar. Jónas B. Poulsen (Ørvur), vinstrumegin, var tann neyvari og vann finaluna ímóti liðfelaganum Narva E. Jensen 135-127
Jónas vann hólmgonguna
Tað var bara í dystinum millum teir báðar compoundskjúttarnar, liðfelagarnar Jónas og Narva, at spenningur var um úrslitið, tí tað gekk rættiliga javnt á. Tó var sigurin hjá Jónasi ongantíð veruliga í vanda – hann vann innleiðandi kappingina við 524 stigum móti 512 til Narva og finaluna 135-127.
Stórur áhugi hjá teimum vaksnu
Var áhugin í lakara lagi hjá teimum ungu skjúttunum at taka lut í kappingini leygardagin, var hann hinvegin ovurstórur, tá tey vaksnu áttu tørn at skjóta úr 18 metrum sunnudagin.
So nógv høvdu teknað seg, at neyðugt varð at býta kappingina sundur, soleiðis at compoundkappingarnar vóru fyrrapartin, og berboga- og recurvekappingarnar seinnapartin.
Í compoundkappingini hjá monnum vann Nikkel Petersen (Ørvur), vinstrumegin, silvur, Jóannes Poulsen (Ørvur) gull og Bogi Andreasen (Vágaskot) bronsu. Finalan millum Jóannes og Nikkel var sera jøvn og endaði 145-144
Spennandi compound-finala
Fimm skjúttar høvdu teknað seg til compoundkappingina hjá monnum, men Sámuel T. Petersen noyddist at geva avboð vegna sjúku, so tað blivu teir fýra, Jóannes Poulsen og Nikkel Petersen úr Ørvi, Bogi Andreasen úr Vágaskoti og Jógvan Niclasen úr Tambum, ið stillaðu seg á 18 metra-strikuna klokkan til innleiðandi kappingina.
Innleiðandi kappingin bar ikki beinleiðis boð um, at tað skuldi blíva so stórur spenningur í finaluni, sum tað bleiv. Jóannes byrjaði nøkulunda har, sum hann slepti seinasta vetur, og vann innleiðandi kappingina við 586 stigum framman fyri Nikkel, ið fekk 574 stig. Jógvan og Bogi vóru javnir við 565 stigum, men Jógvan hevði fleiri 10’arar og skuldi tí skjóta hálvfinaluna ímóti nummar tvey, Nikkel, og Bogi ímóti Jóannesi.
Gongdin í hálvfinalunum vísti tó, at finalan kundi blíva stak spennandi. Tí Jóannes og Nikkel vóru at kalla líka beinraknir – Jóannes vann 145-138 í sínari hálvfinalu ímóti Boga, og Nikkel vann 144-137 á Jógvani í hinari hálvfinaluni.
Og í finaluni megnaði Jóannes akkurát at halda fast í evarska lítla muninum við úrslitinum 145-144.
Bronsufinalan var eisini stak spennandi, og her vóru tvey stig á muni – Bogi vann 139-137 á Jógvani.
Rakul Dam (Tambar), vinstrumegin, og Helena við Misá (Ørvur) hava leingi verið einsamallar í compoundkappingini hjá kvinnum, og sunnudagin vóru tær aftur í hólmgongu. Helena vann finaluna 120-92
Rakul og Helena
Rakul Dam, Tambar, og Helena við Misá, Ørvur, vóru einsamallar í compoundkappingini hjá kvinnum seinasta vetur, og okkurt bendir á, at myndin verður tann sama í vetur.
Helena rakti best av teimum báðum í hesi fyrstu hólmgonguni í vetrarkappingini. Hon vann innleiðandi kappingina við 487 stigum ímóti 479 til Rakul, og í finaluni gjørdi hon bart og vann 120-92.
Tær báðar Annika Næs Johannesen (Team SuðurSkot), vinstrumegin, og Barbara Krossteig (Tambar) kappaðust við berboga (barebow). Barbara fór avstað við gullinum, tá hon vann finaluna 6-0
Kvinnur við berboga
Tað er at fegnast um, at berbogin eisini var umboðaður í innandurakappingini í Søldarfirði. Hjá teimum vaksnu hevur tað næstan bara verið í kappingunum hjá Team SuðurSkot í Suðuroy, at kappast hevur verið við berboga (barebow), men sunnudagin dystaðust tær báðar Annika Næs Johannesen, Team SuðurSkot, og Barbara Krossteig, Tambar, í hesum bogaflokkinum.
Barbara Krossteig var greitt omaná sunnudagin, tá hon vann innleiðandi kappingina 333-298 og finaluna 6-0.
Jagoda Wardak (Tambar), í miðjuni, er fyrrverandi úrvalsskjútti í Polandi, og hon vísti sína styrki í recurvekappingini hjá kvinnunum sunnudagin. Hon vann gull, Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), vinstrumegin, vann silvur, og Pernille Krogh (Vágaskot), høgrumegin, vann bronsu
Jagoda í serflokki
Í recurve hjá kvinnum vísti fyrrverandi polski úrvalsskjúttin Jagoda Wardak, Tambar, sína styrki, tá hon fyrst vann innleiðandi kappingina og síðan bæði hálvfinaluna og semifinaluna 6-0.
Kortini siga tey tølini ikki alt um styrkimunin, tí um hugt verður at einstøku umførunum í finaluni millum hana og Tóru Dinnu Reynskor úr Vágaskoti, so megnaði Tóra Dinna avgjørt at berjast ímóti. Tey trý umførini í finaluni endaðu 28-21, 28-26 og 27-22.
Tær báðar Ása Helena B. Rasmussen, Tambar, og Pernille Krogh, Vágaskot, høvdu tapt sínar hálvfinalur ímóti ávikavist Jagodu og Tóru Dinnu, og skutu síðan um bronsuna, sum Pernille vann við einum 6-0 sigri.
Eftir eitt vánaligt úrslit í innleiðandi kappingini, kom Michael Feldballe (Tambar), vinstrumegin, afturíaftur í hálvfinaluni ímóti Eggaba Andreasen (Vágaskot), høgrumegin. Men í finaluni mátti Michael lúta fyri Hans Peturi Højgaard (Ørvur), í miðjuni, sum vann 7-1 og harvið gullið. Michael vann silvur og Eggaba bronsu
Viðvent í holuni
Hjá recurve-monnunum vóru tríggir skjúttar tilmeldaðir, og hóast lítil spenningur var um fyrstaplássið, sum Hans Petur Højgaard úr Ørvi vann trygt, so bleiv innanhýsis kappingin millum hinar báðar skjúttarnar endavend, um samanborið verður millum innleiðandi kappingina og hálvfinaluna.
Hans Petur vann innleiðandi kappingina við 554 stigum og beinleiðis pláss í finaluni, meðan Jógvan Magnus (Eggaba) Andreasen úr Vágaskoti og Michael Feldballe, Tambar, fingu ávikavist 530 og 457 stig. Kortini bleiv hálvfinalan teirra millum óføra spennandi. Teir skiftust um at vinna umførini til støðuna 4-4, og í seinsta umfarinum var Michael omaná, so hann vann 6-4. Gull til Hans Petur, silvur til Michael og bronsa til Eggaba.
Næsta grand prix-kappingin í bogaskjóting verður í Havn vikuskiftið 16. og 17. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald