Fyri tíggjundi ferð hittast grannarnir í Gundadali. Hetta er bara triðju ferð seinastu stóru 50 árini. B36 hevur vunnið tvær tær seinastu ferðirnar, men annars hevur HB verið omaná, sum in.fo vísir á.
Tað var ógvuliga dramatiskt í 2018 við fýra málum, tveimum reyðum kortum til B36 og brotssparkskapping. Nú skal B36 royna at endurtaka.
Um teir í hvítum og svørtum skulu spæla evropeiskan fótbólt í 2025, so er neyðugt at vinna steypafinaluna. Harvið er talan um ein lagnudyst fyri kappingarárið, sum í Betrideildini var rættiliga miseydnað. Dreymar um oddastríð endaðu í venjarauppsøgn og einum 5. plássi.
HB hevur tryggjað sær Conference League-pláss við 3. plássinum í Betrideildini. Tó gevur tað at vinna steypakappingina meira, tí steypavinnararnir fara beinleiðis í 2. umfar í Conference League - harvið hevur man tryggjað umleið fýra milliónir brutto áðrenn luttøkuna.
Heimasíðan bolt.fo vísti fyrr í dag á hesi fíggjarligu viðurskiftini. NSÍ bíðar eftir eisini eftir møguliga ítróttarliga á fíggjarliga og ágóðanum av at enda á 4. plássinum. Tað hjálpir einki, um B36 vinnur finaluna.
Stórur áhugi tykist vera fyri finaluni - við atgongumerkjasølu, upphitingum og øðrum.
Meira um finaluna um Løgmanssteypið á Portalinum seinni í vikuni
Finalan um Løgmanssteypið 2024
Tórsvøllur, leygardagin 02.11
19.00: B36 - HB
Sí eisini: Rúni Gaardbo dømir steypafinaluna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald