Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson Olsen skulu í vetur spæla norsku steypafinaluna, og Elisabet Vang verður fysiskur venjari hjá øðrum av finaluliðnum á Ullevaal fyrst í desember.
Hetta er greitt eftir dramatiska hálvfinalu í Fredrikstad í kvøld, har heimaliðið basti hinum uppflytaranum KFUM Oslo eftir brotssparkskapping.
Brandur Hendriksson (Savnsmynd: Hans Erik Danielsen / FSF)
Elisabet Vang er fysiskur venjari hjá Fredrikstad (Savnsmynd: Sverri Eghiolm)
Jóannes Bjartalíð kom inn til byrjanina av seinna hálvleiki í vanligu leiktíðini, og Brandur Hendriksson kom inn í 115. minutti. Báðir føroysku teknikkararnir skoraðu trygt í brotsparkakapppingini (til 2-1 og 3-2), har neyðugt var við sjey skotum hvør.
Tað var máleyst eftir 120 minuttir.
Føroyingafelagið Fredrikstad spælir steypafinalu móti Molde, sum vann hálvfinaluna á Sandnes Ulf við Gullbrandu Øregaard á liðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald