Sunnudagin tryggjaði Breiðblik sær íslendska meistaraheitið. Patrik Johannesen var fegin, men tó ikki heilt nøgdir. Tvørmaðurin sat á bonkinum allar 90 minuttirnar í tí avgerandi dystinum.
Fyri Portalinum viðgekk hann fyrr í vikuni, at hann ikki er bangin fyri at hyggja aðrar vegir, hóast hann á pappírinum verður bundin at Breiðablik í 2025 eisini.
- Eg eri sjálvandi ikki nøgdur við spælitíðina hjá mær í ár. Eg havi eitt ár eftir av sáttmálanum við Breiðablik men eri opin fyri at síggja um okkurt spennandi kemur mín veg.
Er tað til dømis ein møguleiki at venda aftur til Føroyar at spæla.
- Eg eri opin fyri øllum, men tað skal sjálvandi vera tað rætta fyri meg, sigur Patrik Johannesen við Portalinum.
Sí eisini: Patrik Johannesen vendir aftur til føroyskan fótbólt
Føroysk feløg liggja framvið
Vit vendu okkum aftur til Patrik Johannesen seint seinnpartin. Orsøkin er, at fleiri keldur hjá Portalinum vilja verða við, at tvøramaðurin nú er á veg aftur til føroyskan fótbólt.
Patrik kundi ikki váttað at so verður, men hann situr í Føroyum í løtuni og hevur bæði " lokalan áhuga" og áhuga norðanfjørðs.
- Tað er rætt, at føroysk feløg hava víst áhuga. Tað er tó einki endaliga komið uppá pláss
Tá vit spurdu, um millum annað TB og KÍ vóru áhugaði, avsannaði Patrik Johannesen tað ikki. Leysasøgur eru eisini um, at onnur feløg í Føroyum hava ligið framvið
Sambært okkara upplýsingum liggur tað mest til, at 29-ára gamli tvøramaðurin endar aftur í KÍ, har hann spældi í 2019 og 2020, og at eitt skifti er nær við at koma uppá pláss. Hetta er tó ikki endaliga váttað enn, og spælarin sjálvur vil ikki siga nakað meira konkret um feløg.
Sum útgangspunkt er neyðugt at keypa álopskenda spælaran leysan, um hann skal spæla í Føroyum næsta ár. Patrik hevur eisini spælt fyri B36, AB og FC Suðuroy í Føroyum.
Patrik Johannesen var fastur maður í álopinum hjá KÍ í 2019, tá fyrsta FM-heiti felagsins í øldini kom í hús. Spurningurin er, um Patrik fer aftur til KÍ ella til annað føroyskt felag, um hann kemur til Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald