Annað

Disa og Michel vunnu Búrøkt cup

Hjá teimum ungu vann Eva Louise Clemmentsen á Tátti.

Disa og Michel (Mynd: Rani í Dali)

Disa og Michel (Mynd: Rani í Dali)

2019-03-24 17:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var árliga Búrøkt Cup í høllini hjá Føroya Ríðingarfelag.

Búrøkt Cup er ein TREC líknandi kapping, har ross og reiðfólk skulu klára seg sum skjótast um nakrar forðingar og ymiskar uppgávur. Tað er ikki bara tíðin sum telur, tí klárar ein ikki eina forðing ella uppgávu, fær ein minus stig, og ger ein onkra eyka uppgávu eyka væl, fær ein plus stig.

TREC er kappingargrein, ið er væl umtókt í Evropa, men nú er líkt til, at hon eisini hevur møguleika at vinna sær fótafesti í Føroyum. Tað er serliga tey ungu ið dáma væl at kappast á hendan hátt, skrivar Føroya Ríðingarfelag.

Hjá teimum ungu vann Eva Louise Clemmentsen á Tátti. Hjá teimum vaksnu vann Michel Nielsen á Disu.

Til ber at síggja myndir her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder