Hondbóltur

VÍF kann vinna sær finalupláss í dag

Eftir dystin mikudagin er VÍF at meta sum stórfavorittur. H71 leikarinir skulu taka sær um reiggj, um teir skulu hava nakran møguleika at vinna.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-24 14:08 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Klokkan 16.00 í dag taka H71 ímóti VÍF í seinna hálvfinaludystinum í kappingini um føroyameistaraheitið. Um VÍF vinnur dystin, vinna teir samstundis fyrsta finaluplássið, men um H71 vinnur skal ein hálvfinaludystur afturat spælast. 

Tá H71 og VÍF hittust mikudagin í farnu viku, var H71, sum endaði á fyrsta plássi í grundspælinum, at meta sum lítil favorittur. Men tann leikluturin má sigast at vera broyttur eftir dystin mikudagin. Um VÍF leggur fyri við sama stríðsanda og frálíka spæli, eru fá lið, sum høvdu megnað at steðga teimum.

Við Juliani Olsen og Filip Jojic á odda, spældi VÍF frálíkt álopsspæl ímóti einum H71 verju, sum var í upploysn stórar partar av dystinum. Tá VÍF í seinna hálvleiki megnaði at steingja málið fyri øllum royndum frá Hoyvíkingum, var tað ikki undarligt, at VÍF vann við 11 málum. Tí meðan VÍF í 15 minuttir av seinna hálvleiki  skoraði 11 mál, megnaði H71 einans at skjóta 2 mál. Allar taktiskar snildir, sum vórðu royndar, gjørdu ikki mun ímóti einum VÍF liði, sum veruliga var væl upplagt til dystin. 

Fyri H71 hevur stóran týdning, um Peter Krogh og Hilmar Leon Jakobsen eru við. Báðir vóru einans við lítlar partar av fyrsta dystinum, og tað tóktist sum ongin leikari tók við liðleiðsluni tá tað stóð á. Bæði Peter Krogh og Hilmar Leon Jakobsen hava í eina tíð stríðst við skaðar, og tí er ivasamt, um teir megna at spæla í dag. 

Fyrsti dysturin endaði 33-22 til VÍF. Málúrstøkan hevur onki at siga í dystinum í dag. Tí verður ein triðja hálvfinala spæld, um H71 vinnur, óðansæð hvat endaliga støðan er. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder