Hondbóltur

Neistan skal svara aftur

Tá Neistin og Kyndil brustu saman hósdagin, var Kyndil omaná. Men í dag hevur Neistin møgulleika at svara aftur.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-24 15:10 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Klokkan 18.00 í dag møtast Neistin og Kyndil í seinnu hálvfinaluni í hondbólti. Hósdagin spældu liðini fyrstu hálvfinaluna, og tá var Kyndil omaná. 

Talan var um ein javnan fyrran hálvleik, sum endaði við at Neistin hevði eina eitt-máls leiðslu. Hálvleiksstøðan var 13-12. Men í seinna hálvleiki legði Kyndil meira bragdliga fyri og tók skjótt leiðsluna. Kyndil førdi við fimm málum stutt fyri dystarlok, men Neistin fekk pyntað um úrslitið ímóti endanum, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 24-21. 

Talan var um ein dyst við lutfalsliga fáum málum. Báðar verjurnar stóðu væl, men í seinna hálvleiki megnaði Kyndil at taka Rasmus Søby úr dystinum, soleiðis at Neisitn vóru væl veikari í álopsspælinum. 

Talan verður helst um ein harðan dyst í dag við sterkum verjuspæli, men munurin kann væl gerast hin sami, um Kyndil megnar at taka Neistan úr álopsspælinum. Neistin hevur verið á fyrsta plássi stórar partar av kappingarárinum, men talan verður um ein veruligan finaludyst fyri steypavinnarinar úr Neistanum, sum skal vinna, um teir skulu hava møgulleika at røkka einum finaluplássi. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder