placeholder
Fótbóltur

FSF Varpið: Atfinningarnar skulu vera sakligar

Hoyr liðformannin á landsliðnum dagin eftir stóra vónbrotið á Malta.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-03-24 16:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin vandi føroyska landsliðið á Centenary Stadion, beint við Ta' Qali tjóðarleikvøllin, har Malta í gjár vann 2-1 á Føroyum.  

Aftaná venjingina fekk FSF Varpið orðið á liðskiparan, Atla Gregersen. Hann segði,  at hann ætlar at brúka atfinningarnar, ið komu eftir ósigurin í gjár til motivatión til dystin móti Rumenia. 36-ára gamli miðverjin vísti á, at føroyska liðið fyrr hevur reist seg eftir stór vónbrot.

Kósin verður í morgin sett ímóti Rumenia. Týsdagin 26. mars klokkan 19:45 spæla Rumenia og Føroyar á Dr. Constantin Radulescu leikvøllinum í býnum Cluj 

Les eisini: Føroyingarnir sleikja sárini á Malta

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder