Fótbóltur

Video: - Hetta er mín størsta løta í HB og í vaksnamannafótbólti

Og vónandi kann man vinna FM við HB einaferð. Steypahetjan hjá HB setur orð á støðuna: - Eg fór bara inn at spæla frítt, staðfestir Ári Mohr Jónsson.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-11-02 22:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

30-ára gamli havnarmaðurin, sum vanliga spælir á vinstra bakki ella á vinstra vongi, kom inn á sentrala miðvøllin í 64. minutti.

Ári Mohr Jónsson gjørdi veruliga bart, tá HB var aftanfyri 2-1: Hann gjørdi mun við fysikkinum og við at vera ágangandi. Ári skoraði gott mál til 2-2 í 84. minutti, og tá hann nakað seinni fekk møguleikan at avgerða dystin við tíggjunda brotssparkinum samanlagt, var HB'arnn púra tryggur.

- Eg skuldi bara hava kraft  á, staðfesti hann.

Sí alla samrøðuna við stóru steypahetjuna hjá HB omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder