Hondbóltur

Myndir: Nú nærkast til ferðin til EM byrjar

Føroyar eru í favorittleikluti móti Kosovo - í kvøld fyrireikaðu menninir seg til álops-og verjustøður.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-04 21:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og Tróndur Mikkelsen spældu dyst í gjár, sunnudagin, í ávikavist Týsklandi og Noreg. Seinnapartin komu teir inn í føroyska hópin, sum í kvøld vandi á Skála.

17 spælarar vandu saman á Skála. Bert Peter Krogh var uttanfyri. Aldursforsetin og “verjuserfrøðingurin” hevur fingið eitthvørt í ryggin, og hann fekk viðgerð og súkklaði.

Ímeðan koyrdu hinir kontra og síðani verju-álop. Meðan nógv hugdu at, vandi liðið 5-1 verjuna við Eliasi Á Skipagøtu fremst og síðani yvirtalsspæl: 7 móti 6 og eisini 7 móti 5 - við nummar 71 sum skipara.

Sí eisini: Video: Nakað serligt at koma aftur og spæla í Føroyum

Føroyar hava tvær venjingar á Hálsi í morgin undan seinasta heimadystin har, áðrenn farið verður í stórhøllina við Tjarnir næsta ár.

Føroyar og Kosovo spæla í 1. umfari í EM-undankappingini mikukvøldið klokkan 19. Útselt er til dystin.

Portalurin verður á staðnum við beinleiðis bloggi og ymiskum øðrum. Meira tilfar úr landsliðleguni í kvøld og í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder