Fótbóltur

B36 hevur venjaran uppá pláss

Sum skilst verður hann kunngjørdur í kvøld - í øllum førum fyri hópinum - og er talan um Jákup Martin Joensen.

Jákup Martin Joensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jákup Martin Joensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-05 19:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vit skrivaðu í síðsta mánaða, heldur Magne Hoseth ikki fram í B36.

Felagið hevur í eina tíð leitað eftir nýggjum høvuðsvenjara. Langt hevur verið upp til, at talan gerst um útlendskan venjara, men nú tykist púra greitt, at talan verður um Jákup Martin Joensen.

Heimasíðan bolt.fo nevndi hetta eisini sum ein møguleika í gjár.

48-ára gamli eiðismaðurin hevur áður verið í felagnum. Hann var í EB/Streymi í 2019-2022. Í fjør tók hann við HB, sum vann steypakappingina. Fyrr í ár var Jákup Martin í ÍF í nakrar mánaðir.

Sum skilst verður hann kunngjørdur í kvøld - í øllum førum fyri hópinum.

Hetta er ikki endaliga váttað, men tað hevur Portalurin fingið váttað frá fleiri keldum.

B36 endaði á 5. plássi í Betrideildini og tapti steypafinalua leygarkvøldið. Harvið stórt undirskot í ár og eingin evropeiskur fótbóltur í 2025.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder