Hann hevur, sum vera man, nakrar autografar at skriva, áðrenn hann kemur smílandi yvir móti myndatólinum.
Heimsins besti ungi spælari í 2023 er sum altíð fegin um at vera aftur í Føroyum. Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur annars ikki havt eitt gott kappingarár í Kiel. Springaraknæ hevur órógvað 22-ára gamla hoyvíkingin, ið tó varð klárur “í góðari tíð til landsdystirnar”.
- Var stúrin eina løtu men kom ikki av álvara í vanda
Elias staðfestir, at Føroyar eru í nýggjari støðu til hendan EM-undankappingarbólkin: Favorittar at fara víðari saman við Niðurlondum.
Málið í dystunum móti Kosovo, í morgin mikudagin klokkan 19 á Hálsi, og sunnudagin móti Ukraina í Litava er minst tvey stig, sigur spælskiparin.
- Fýra stig hevði verið øgiliga gott.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald