Kosovo fekk bank á Hálsi í dag. Føroyska manslandsliðið í hondbólti fekk eina frálíka byrjan upp á undankappingina fram móti EM í Noregi, Svøríki og Danmark í 2026. Úrslitið av dystinum gjørdist 32-21.
Sigurin kom eftir sannførandi spæl í øðrum hálvleiki.
Føroyska spælið byrjaði trilvandi. Væl vaksnu og bulmiklu verjuleikararnir av Balkan hálvoynni høvdu gott tak á føroyska álopinum, og føroyska verjan varð eisini nakað tarnað av, at Pætur Mikkjalsson fekk tvær útvísingar heilt tíðliga í dystinum.
Eisini franska dómaraparið órógvaði spæli við nøkrum dømingum, sum ikki vóru heilt skiljandi.
Kosovo var frammanfyri nakrar ferðir í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist teimum kortini ikki at seta seg á dystin.
Føroyar, við systkinabørnunum Óla Mittún og Elias á Skipagøtu á odda, funnu altíð eina loysn og hildu Føroyar við í dystinum.
Sum fyrri hálvleikur leið, fann føroyska liðið neyðugu loysnirnar, og bygdu eina góða leiðslu upp.
Støðan í hálvleikinum var 13-9.
Í øðrum hálvleiki støðgaði Kosovo heilt upp. Føroysku snillingarnir undirhildu við nógvum og flottum málum og eini hart arbeiðandi verju, sum tók pippið frá balkan-búgvunum, ið tyktust púra ráðaleysir.
Hálvleikurin endaði við einum føroyskum showi, har okkara menn royndu seg við flúgvarum og øðrum snildum, samstundis sum Pauli Jacobsen í føroyska málinum stóð sum ein skansi.
Samanlagt sannførandi føroyskt hondbóltsspæl, sum vísti, at tað er munur á einum liði við toppspælarum úr týsku bundesliguni og so einum liðið har, bestu spælararnir spæla í sveitsiskum hondbólti.
Tað vóru nógvir føroyingar, sum vístu gott spæl í dag. Men við einum bjargingarprosenti á næstan 45, gekk málmaðurin, Pauli Jacobsen, á odda, og var sambært okkum dagsins besti.
Føroyar spæla aftur móti Ukraina í Litava sunnudagin klokkan 14.
Undankappingin til EM 2026, fyrsta umfar
Høllin á Hálsi, mikudagin 06. november
Føroyar - Kosovo 32-21 (13-9)
Føroyskir málskjúttar:
Óli Mittún 8 mál
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 mál
Hákun West av Teigum 6 mál
Teis Horn Rasmussen 5 mál
Rói Berg Hansen 3 mál
Pætur Mikkjalsson 1 mál
Vilhelm Poulsen 1 mál
Tróndur Mikkelsen 1 mál
Pauli Jacobsen 13 bjargingar av 29 skotum – 44,83 prosent
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald