Hondbóltur

Tekniski stjórin fyribils høvuðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum

Pætur Smith Clementsen skal standa á odda fyri liðnum til Nations League-dystirnar fyrru hálvu av 2025. Slovakia, Moldova og Gibraltar eru mótstøðuliðini.

Pætur S. Clementsen (Mynd: Sverri Egholm)

Pætur S. Clementsen (Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-07 15:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin kunngjørdi Fótbóltssamband Føroya tað, sum hevur ligið í luftini eina tíð: At Signe Pries Andersen ikki heldur fram sum A-landsliðsvenjari hjá kvinnum.

Sí eisini: Kvinnurnar skulu hava nýggjan venjara

Hóast hon hevur flutt liðið - serliga í ár í undankappingini til EM - hava viðurskifti sum, at Signe Pries Andersen er flutt aftur til Danmarkar, helst gjørt, at partarnir saman valdu at enda samstarvinum.

[object Object]
Úrtøkan í Nations League í 2023 var ikki heilt nøktandi, men Føroyar fingu níggju stig og fleiri góðar dystir í ár undir Signe Pries Andersen (Mynd: Sverri Egholm)

- FSF fer beinanvegin í gongd at finna ein avloysara fyri hana, og vónandi er ein loysn funnin áðrenn februar mánað komandi ár, tá næstu uppgávurnar hjá kvinnulandsliðnum er á skránni

Soleiðis skrivaði Fótbóltssambandið á heimasíðu sínari í síðstu viku. Nú er tó longu greitt, hvør tekur við - í øllum førum fyribils.

FSF skrivar á sínari heimasíðu seinnapartin, at Pætur Smith Clementsen kemur at standa á odda fyri kvinnulandsliðnum fram til 30. juni 2025.

Pætur er tekniskur stjóri í FSF. Hann var eisini høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum frá 2016 til og við 2018, tá Føroyar millum annað spældu seg víðari í tí, sum tá var HM undan-undankapping.

Talan er um eina fyribils loysn, so Pætur Clementsen sjálvur stjórnar liðnum í Nations League-kappingini næsta ár.

[object Object]
Pætur Smith Clementsen hevur í sínum starvi millum annað til uppgávu at seta og menna venjarar. Fyrru hálvu av 2025 skal hann eisini leiða annað av vaksnamannalandsliðunum (Mynd: FSF)

Slovakia, Moldova og Gibraltar mótstøðuliðini

Á middegi var lutakast um, hvussu spælast skal í UEFA Nations League 2025-2026 fyri kvinnur.

- Fyri føroyska kvinnulandsliðið háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar endaðu í bólki C1, saman við Slovakia, Moldova og Gibraltar, skrivar fsf.fo.

Dystirnir verða spældir í døgunum 21. til 25. februar, 4. til 8. apríl, og frá 30. mai til 3. juni 2025.

Føroyar fingu einki stig í Nations League í fjør - kanska hetta lutakastið gevur liðnum betri fyritreytir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder