Hondbóltur

Størsti føroyski undankappingarsigur nakrantíð

Føroyar hava seinastu árini vunnið tvær ferðir við sjey málum men ongantíð við yvir tíggju málum í slíkum dystum.

Føroyar skoraðu 32 ferðir móti Kosovo - her skorar Hákun West av Teigum eitt av sínum seks málum (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar skoraðu 32 ferðir móti Kosovo - her skorar Hákun West av Teigum eitt av sínum seks málum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-07 19:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sigurin á Kosovo í høllini á Hálsi í gjárkvøldið var søguligur. 

Hetta er í øllum førum tað, sum Portalurin hevur funnið fram til, nú vit hava kavað í søguliga yvirlitið hjá Hondbóltssambandinum - og tosað við ymisk fólk.

Føroyar vunnu við sjey málum á Ukraina í EM-undankappingardysti í fjør (33-26) og 26-19 á Lettlandi í fyrsta umfari í HM-undankappingini í 2022. Báðir dystirnir vóru á heimavølli

[object Object]
Teis Horn Rasmussen skorar í greiða og týðandi sigrinum á Ukraina í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Hesi vóru met í veruligum undankappingardystum - til í gjárkvøldið har Føroyar runnu frá Kosovo seint í 1. hálvleiki, og sum 2. hálvleikur leið, og vunnu 32-21.

[object Object]
Pauli Jacobsen hevði nógvar bjargingar, og Óli Mittún varð toppskjútti við átta málum. Harvið áttu teir stóran leiklut í, at sigurin á Kosovo gjørdist søguliga stórur (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Mongu áskoðarnir kundu sum oftast fegnast - serliga í 2. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

Sì fleiri myndir frá søguliga kvøldinum á Hálsi HER

Ellivu mál er nakað nýtt fyri Føroyar. Hóast Kosovo er lægst styrkismett í bólkinum við fýra liðum - Føroyar er styrismettar sum nummar tvey - so var talan um heilt góðan sigur at byrja undankappingina við.

Føroyska manslandsliðið hevur áður vunnið størri í C-HM (á Bretlandi í 1984) og í dystum móti Írlandi og Skotlandi í 2012. 

Í januar vunnu Føroyar við tíggju málum í venjingardysti móti Belgia. Nú vóru okkara menn aftur greitt omaná í dysti á Hálsi, sum helst var tann seinasti undankappingardysturin nakrantíð har.

Undankappingin til EM 2026, fyrsta umfar
Høllin á Hálsi, mikudagin 6. november (í gjár)
Føroyar - Kosovo 32-21 (13-9)

Føroyskir málskjúttar:
Óli Mittún 8 mál - 5 upplegg
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 mál - 7 upplegg
Hákun West av Teigum 6 mál
Teis Horn Rasmussen 5 mál 
Rói Berg Hansen 3 mál
Pætur Mikkjalsson 1 mál
Vilhelm Poulsen 1 mál
Tróndur Mikkelsen 1 mál

Sí eisini: 19-ára gamli hvirluvindurin varð toppsjútti á Hálsi

Bjargingar:
Pauli Jacobsen: 13 bjargingar av 33 skotum – 38 prosent (hevði tvær aðrar bjaringar, sum ikki telja við í almenna yvirlitinum)

Sí samrøður og annað á roysni.fo.

Føroyar spæla í Litava móti Ukraina sunnudagin klokkan 13. Hópurin fer úr Føroyum í morginárini - Portalurin verður við á ferðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder