Søguligur stórsigur mikukvøldið, tvey stig og góður málmunur á kontuna og síðani skúlavitjan og annars góða tíð at vera við hús hósdagin.
Sí myndir frá søguliga kvøldinum á Hálsi HER
Sí eisini:
Hondbóltslandsliðið vitjaði í Hoyvíkar skúla
Størsti føroyski undankappingarsigur nakrantíð
Sannførandi føroyskur sigur á Kosovo
Í løtuni eru teir í hópinum og rundanum á veg vestur - summi eru helst komin uppá pláss, meðan flestu føroysku spælararnir sjálvdan eru í skjótara lagi á flogvøllinum.
Beint fyri hálvgum níggju verður kósin sett móti Kastrup. Har tekur SAS um middagsleitið yvir frá Atlantic Airways og skal flyta føroyska hópin víðari til Vilnius.
Eftir ætlan kemur føroyska ferðalagið uppá pláss í litaviska høvuðsstaðnum beint eftir klokkan 13 lokala tíð.
Tróndur Mikkelsen og hinir skulu aftur royna at basa Ukraina - hesaferð í Litava (Mynd: Sverri Egholm)
Í kvøld verður venjing á skránni - sunnudagin klokkan 13 spæla Føroyar anann dystin í undankappingini til EM-endaspælið 2026. Hann er tó ikki móti Litava, sjálvt um hann verður spældur í landinum.
Ukraina kann av krígsávum ikki spæla sínar heimadystir í heimlandinum. Ístaðin verður stóra og snøgga Twinsbet leikhøllinum í Vilnius nýtt til dystin. Litava spælir móti Norðurmakedónia seinni sama dag.
Portalurin verður við á ferðini og hevur ymiskt tilfar úr føroysku leguni og úr høllini - áðrenn, undir og eftir dystin sunnudagin.
Sí eisini samrøður av Hálsi:
Rói Berg Hansen: - Øgiliga kensluborið at standa her aftur við liðnum
Pauli Jacobsen: - Ein av okkara bestu verjudystin - líta á hvønn annan
Óli Mittún: -Vit blíva nógv betri gjøgnum dystin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald