Hondbóltur

Úr Vágum til Vilnius

Eftir ferðing í samanlagt seks tímar - eina tvíflís og eina spurnarkapping frá á Skipagøtu - eru føroysku hondbóltsmenninir komnir uppá pláss í Vilnius. Sí nakrar myndir her.

(Mynd: Egin Tollaksson Kass)

(Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2024-11-08 16:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vilnius, Litava (Portalurin): - Tað er gráligt og kølið í litaviska høvuðsstaðnum, sum sunnudagin seinnapartin verður karmur um annan dystin hjá føroyska manslandsliðnum í undankappingini til EM 2026.

Ukraina spælir hendan heimadystin her vegna krígsstøðuna i heimlandinum. Tað verður sættu ferð uppá beint undir seks ár, at manslandsliðini hjá Føroyum og Ukraina hittast í kappingardysti. Føroyar kunnu við sigri seta seg í heilt góða støðu, í mun til at koma til EM-endaspælið aftur. Seinast Føroyar og Ukraina spældu var á Hálsi í apríl 2023. Tá spældu Føroyar seg so gott sum til EM við 33-26 sigri.

Si eisini: Mótstøðulið hjá Føroyum tapti málríkan og tættan dyst

Ferðin móti EM 2026 byrjaði við stórum sigri á Kosovo mikukvøldið. Eftir skúlavitjan og tíð “við hús” hósdagin byrjaði ferðin hjá føroysku landsliðsspælarunum til Litava tíðliga í morgun, fríggjadag. Lagið varð gott, tá menn møttu í Vágum nakað áðrenn klokkan átta.

Við Atlantsflogi gekk leiðin til Kastrup. Har gekk mesta av tíðini til næsta flogtúr við at ganga úr A-gatunum til E5 í hinum endanum av stóra flogvøllinum. Tí var at fáa eitt sandwich niðurum - eina tvíflís.

Umborð á heldur tronga SAS-flogfarinum styttu flestu føroyingarnir sær um stundir við at luttaka í spurnarkapping, sum Elias Ellefsen á Skipagøtu stóð fyri. Hana vann eitt lið við Ísaki Vedelsbøl og tveimum úr venjaratoyminum beint frammanfyri Mittún-brøðurnar, ið kærdu sína neyð um svikaliga døming frá systkinabarninum.

Við bussi gekst leiðin inn í miðbýin. Her kom føroyska ferðalagið uppá pláss stutt fyri klokkan trý føroyska tíð - klokkan er tveir tímar frammanfyri í Litava. Ein góðan bita og nú fund á snotiliga Mariott-gistingarhúsinum, áðrenn leiðin gongur í høllina at venja og fáa túrin úr beininum.

Tað verður ein broyting á dómaraseðlanum hjá Føroyum, í mun til dystin mikudagin. Rói Ellefsen á Skipagøtu er við í ferðalagnum, og loysir hann av Bjarna í Selvindi í 16-mans hópinum. Bjarni spældi ongan minutt móti Kosovo.

Meira tilfar úr Vilnius seinni - myndirnar niðanfyri tók Egin Tollaksson Kass.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder