Hondbóltur

Myndir: Størri høll og størri avbjóðing móti Ukraina

Perlumál frá Hákuni West av Teigum í fótbóltsupphitingini, sinnislig venjing og álopsvenjing dagin fyri týðandi EM-undandystin.

Vilhelm Poulsen og Kjartan Johansen eru kappingarneytar - og samstarvsfelagar - á høgra bakki hjá Føroyum. Teir býta møguliga spælitíðina í álopinum eitt sindur ímillum seg í morgin (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Vilhelm Poulsen og Kjartan Johansen eru kappingarneytar - og samstarvsfelagar - á høgra bakki hjá Føroyum. Teir býta møguliga spælitíðina í álopinum eitt sindur ímillum seg í morgin (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2024-11-09 17:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vilnius, Litava - Portalurin: - Pláss er fyri umleið 10.000 áskoðarunum í Twinsbet leikhøllini, sum hýsir hondbólti, kurvabólti og íshokkey. Tað er serliga kurvabóltur, sum er vælumtóktur í Vilnius og Litava.

Í morgin snýr tað seg um EM-undankapping í hondbólti og týðandi stig. Føroyar kunnu koma á fýra stig og ógvuliga góða støðu áðrenn teir fýra undandystirnar næsta ár, harav tveir eru móti bólkafavorittunum Niðurlondum.

Teir í føroysku leguni vita, at Ukraina fer at koma við nakað meira í álopsspælinum, enn Kosovo gjørdi. Tí hevur verjuspæl fylt rímiliga nógv í fyrireikinginum – serliga í gjár.

Sí eisini: Venja verjuspæl og vilja skriva søgu í Vilnius

Sí eisini: Vilhelm Poulsen: - Ukraina er helst eitt betri lið enn Kosovo

Í dag vandu Føroyar meira álopsspæl : 6 móti 6 og 7 móti 6. Tað sær út til, at Kjartan Johansen fær ein leiklut á høgra bakki hesaferð. Strandingurin, sum hevur verið skaðadarvaður seinastu tíðina, spældi als ikki í dystinum á Hálsi í síðstu viku. Pauli Mittún og Janus Dam Djurhuus spældu, men bert heilt stutt. Møguliga fáa 22-ára gomlu hoyvíkingarnir heldur størri leiklut í morgin.

Annað enn hetta vóru nakrar gjøgnumbrotsstøður vandar, áðrenn Jens á Skipagøtu, mentalur venjari, hevði eina løtu, har arbeitt varð við hugsavnan.

Byrjað varð annars við fótbóltsdysti, har Hákun West av Teigum avgjørdi fyri teir eldru eldru við flottum máli. Hann og aðrir skutu eitt sindur – kastaðu – til endans.

Sí eisini: Sí eisini: Hákun skoraði fyrsta málið í fyrsta umfari

Føroyar og Ukraina spæla í høllini í morgin, sunnudagin 10. november, klokkan 13 føroyska tíð. Portalurin er á staðnum við beinleiðis bloggi og nógvum øðrum.


Samrøður seinni. Sí myndir frá seinastu venjingini undan dystinum, sum Egin Tollaksson Kass tók, niðanfyri:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder