Annað

Liðfelagin hjá Torkil vann í Normandínum

- Ein av teimum døgunum, tá alt lukkaðist, sigur føroyski súkklarin.

Nicolai Brøchner

Nicolai Brøchner

2019-03-25 17:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ikki hevur verið nógv at hoyrt til einasta føroyska professionalle súkklaran, Torkil Veyhe, í seinastuni.

Torkil Veyhe súkklar nú fyri danska liðið, Riwal Readynez Cycling Team, og higartil hevur Torkil ikki verið við í so nógvum av kappingunum, sum liðið hevur verið við í nú við ársbyrjan.

Men hesa vikuna skal hann so royna seg. Torkil er nevniliga ein av teimum seks, sum súkkla í troyggjuni hjá Riwal í kappingini Tour de Normandie, sum er ein súkklukapping, ið røkkur yvir sjey dagar.

Fyrsti teinur varð súkklaður í dag, 159 kilometrar frá Courseulles sur Mer til Le Neubourg. Og alt riggaði sum tað skuldi hjá danska liðnum, sum gjørdist vinnari av kappingini. Springarin Nicolai Brøchner kom fyrstur um mállinjuna, og skal súkkla í leiðslutroyggjuni í morgin, tá teir skulu súkkla 169,5 kilometrar úr Darnetal til Forges les Eaux.

Torkil Veyhe greiðir soleiðis frá kappingini í dag:

- Vit koyrdu fantastiskt sum lið. Hildu okkum væl frammi og vóru við í tí, sum var.

Sjálvur royndi Torkil at halda seg frammarlaga í hópinum, og uppgávan hjá honum var at fara avstað, um onkrir vóru, sum ætlaðu at rýma. Tað hendi einaferð, men teir vórðu skjótt heintaðir av høvuðsbólkinum aftur, sum kortini var minkaður niður til 30 mans orsaka av høgu ferðini, sum m.a.a Riwal-liðið hevði sett.

- Hetta var ein av døgunum, har alt lukkaðist júst sum vit høvdu ætlað, sigur Torkil Veyhe, sum kom á mál við somu tíð sum vinnarin.

Tour de Normandie er ikki ókent fyri Torkil. Hann luttók eisini í somu kapping í fjør, tá hann koyrdi fyri Team Waoo. Talan er um eina kapping í kategori 2.2 tey kalla, og tí eru ongir av teimum heilt kendu súkklarunum við, hóast kappingin hevur luttøku av nøkrum stórliðum, so sum Groupama-FCJ, Leopard Pro Cycling og Lotto Soudal. 

[object Object]

 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder