Hondbóltur

Óli hevur skorað 16 mál hesa landsliðsvikuna - óhvassir føroyingar

19-ára gamli bakspælarin hevur risa leiklut í føroyska álopinum. Ukrainar brendu fleiri skot enn Føroyar í dag, men Føroyar brendu størri málmøguleikar - millum annað trý brotskøst á rað í avgerandi støðum.

Ukrainska verjan hevði væl betri tamarhald á dystunum, sum frá leið. Óli Mittún fekk annars nógv mál aftur í kvøld (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Ukrainska verjan hevði væl betri tamarhald á dystunum, sum frá leið. Óli Mittún fekk annars nógv mál aftur í kvøld (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2024-11-10 19:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vilnius, Litava (Portalurin): Ukraina hevði níggju skot fleiri enn Føroyar (58-49), men kortini stóð man til endans við kensluni av, at føroyingar vóru minni hvassir í stóru høllini í dag.

Hetta var tí, at ukrainar brendu væl fleiri skot fyri steðgin, har teir í fleiri førum vóru kroystir til trupul skot - serliga langskot. Hetta loysti Ukraina serliga við 7 móti 6 í 2. hálvleiki.

Tað høvdu Føroyar alt ov torført við at loysa í verjustøðu. Hetta viðurkendu Elias Ellefsen á Skipagøtu og Peter Bredsdorff-Larsen eisini fyri Portalinum eftir dystin.

Sí samrøður:
Elias: - Verjan er alt ov vánalig í seinna hálvleiki
Peter Bredsdorff-Larsen: - Vit fingu roynt okkara egna medisin

[object Object]
Vilhelm Poulsen í verjustøðu. Hann og hinir høvdu heilt gott tamarhald á Turchenko fyri steðgin, men í 2. hálvleiki slapp ukrainski profilurin at gera meira, sum hann vildi (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

[object Object]Pauli Jacobsen lá aftur millum 10 og 15 bjargingar, men nógv púra frí skot komu ímóti honum, sum dysturin leið - millum annað fimm brotskøst (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

21 mál inn eftir steðgin er alt ov nógv. Tað kundu dagsins spælari og høvuðsvenjarin hjá Føroyum vera samdir í. Og so kostaðu ósketni og serliga brend skot í hinum endanum.

At skora 65 prosent av sínum skotum er nokk ikki heilt við síðuna av, men nakað meira enn helmingurin av teimum 17 brendu skotunum vóru púra fríir møguleikar. Harav vóru trý brotskøst - øll á rað innan seinasta korterið, har Føroyar mistu takið fullkomiliga. 

Tað var eisini nakrar ferðir, at Føroyar brendu/mistu bóltin, og at tað varð kastað í tómt føroyskt mál. Samanlagt kostaðu hesi tingini nógv. Hetta saman við miseydnaðu royndunum at temja Ihor Turchenko eftir steðgin ( skeyt 11 mál smanalgt) og tí kropsliga hjá ukrainunum umframt yvirtalsspæli teirra.

Óli aftur toppskjútti

Teir tríggir størstu álopskendu profilarnir hjá Føroyum skoraðu 22 mál samanlagt. Elias Ellefsen á Skipagøtu (valdur dagsins spælari hjá Føroyum) og Hákun West av Teigum standa til av hava trý brend skot av teimum tíggju, ið teir høvdu í part. Óli Mittún brendi fýra skot av 12. Allir skutu eitt brotskast hvør móti endanum, sum ikki fór í málið.

Tað liggur nógv á hesum spælarunum - kanska ov nógv í løtum. Tann yngsti av hesum trimum hevur skorað átta mál í báðum dystunum hesa vikuna. Samanlagt 16 mál til 19-ára gamla Óla Mittún í teimum báðum fyrstu dystunum í hesari EM-undankappingini.

Tað er jaligt, at Savehof-spælarin fær gjørt bart í størri og størri mun. Hann og liðfelagararnir hava tó nakað at arbeiða við til næstu ferð.

[object Object]
Óli Mittún og hinir takka - múlatrútnir - teimum gulkløddu fyri dystin í dag (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Undankappingin til EM 2025, 2. umfar
Vilnius, sunnudagin 10.11
Ukraina - Føroyar 35-32 (14-17)

Dystargongdin:
5 minuttir: 2-3
10 minuttir: 3-7
15 minuttir: 4-10
20 minuttir: 8-12
25 minuttir: 9-14
30 minuttir: 14-17
35 minuttir: 17-20
40 minuttir: 20-23
45 minuttir: 23-25
50 minuttir: 27-27
55 minuttir: 30-29
60 minuttir: 35-32

Sí eisini: Føroyar mistu av álvara tamarhaldið seinasta korterið

Føroyskir málskjúttar:
Óli Mittún 8 mál
Hákun West av Teigum 7 mál
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 mál
Vilhelm Poulsen 4 mál
Rói Berg Hansen 2
Pætur Mikkjalsson 2 mál
Peter Krogh 1 mál
Teis Horn Rasmussen 1 mál

Bjargingar: Pauli Jacobsen 12/44 (27,7 prosent)

Rættað og dagført: 22.53

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder