Jóan Símun Edmundsson kom í september uppum 90 A-landsdystir sum bert annar føroyski spælarin nakrantíð. 33-ára gamli áleyparin spældi eisini báðar Nations League-dystirnar í oktober, og harvið hevur hann nú 93 A-landsdystir.
Sí eisini: Jóan Símun hevur nú spælt 90 landsdystir
Hetta er bert ein dystur færri enn metmaðurin og "bygdamaðurin" Fróði Benjaminsen, sum endaliga gavst á landsliðnum í 2017.
Jóan Símun kemur tó ikki undir liðuni ella framvið Fróða í 2024. Hann stóð ikki á listanum hjá fyribils høvuðsvenjaranum Eyðuni Klakstein til úttøkuna mánadagin.
Sí eisini: Hallur og Páll eru við aftur
Fyribils landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein fyrst í vikuni. Hann setti aftaná nøkur orð á valini - sí meira longuri niðri í greinini (Mynd: Sverri Egholm)
At Páll Andrasson Klettskarð og Hallur Hansson eru aftur, nú venjaraskifti hevur verið, er als ikki óvæntað.
Sí eisini: Páll Klettskarð var beinanvegin til reiðar at fara við landsliðnum aftur
Sí eisini: Noah skuldi finna fótbóltsgleðina aftur í HB
At nakrir spælarar. sum nú eru farnir uppum U21-spælarar, eru við, er tað heldur einki óvæntað í. Helst høvdu minst tveir verið við, sjálvt um eingin skifting hevur verið í venjaratoyminum. At júst Noah Mneney og Poul Kallsberg vóru á listanum, kunnu tey flestu nikka til. At Ási Dam var á listanum er nakað meira óvæntað, hóast HB'arin, sum kann røkja bæði bakkplássini, hevur staðið seg væl í Betrideildini síðani síðsta summar, tá hann varð leigaður til 07 Vestur.
Ási hevur eisini staðið seg væl á U21-liðnum, har Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava verið oddamann. Hann tekur í roynd og veru plássið frá Danieli Johansen. Heldur hart fyri Daniel sum nú spælir fast - og væl - á einum góðum liði í næstbestu donski deildini. Tekniskt sterki vinstri bakkurin hevur ongan minutti spælt í Nations League. Hann hevur sitið eyka fyri Viljorm Davidsen.
Sí eisini: Viljormur: - Vit skulu tora at seta høg mál (Ljóð)
Gunnar Vatnhamar er tikin út sum miðverji, og talið av miðverjum er annars lægri, enn tað vanliga var hjá fyrrverandi venjaratoyminum. Hannes Agnarsson byrjaði inni móti Armenia og Lettlandi í oktober, men skjóti B36-spælarin "fall" hesaferð.
Daniel Johansen og Jóan Símun Edmundsson til landsliðsvenjing í Litava í 2022. Í mun til seinastu mongu úttøkurnar, skulu teir ikki við hesaferð. Tað skal Hallur Hansson, sum stendur og hyggur at á myndini, tó (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Í álopinum eru tveir royndir spælarar vekk, í mun til so at siga allar úttøkurnar hjá Håkan Ericson. Klæmint Andrasson Olsen er javnsettur landsliðstoppskjútti við 10 málum - øll millum 2019 og 2021. Harvið hevur rituvíkingurin ikki skorað á landsliðnum í trý ár, og hevur áleyparin spælt heilt lítið seinastu tvey árini. Eftir eitt minni gott persónligt ár í NSÍ, og serliga nú Páll Klettskarð er tøkur aftur, so var eingin Klæmint hesaferð helst ikki so óvæntað.
Nakað øðrvísi er við Jóan Símuni Edmundsson - sum tó ein og Klæmint ikki kann seta landsliðsmet í 2024. Jóan Símun hevur serdygdir at taka ímóti bóltinum og hevur verið yrkisspælari nærum helmingin av sínum lívi. Toftamaðurin hevur verið við A-landsliðnum, hvørjaferð hann yvirhøvur hevur verið tøkur at spæla fótbólt í næstan 15 ár. Tí var tað eitt bilsni, at fyribils landsliðsvenjarin ikki las navnið "Jóan Símun Edmundsson" upp.
Hann spælir nú í Shkupi í Norðurmakedónia, sum er ein av lægst styrkismettu deildunum í Evropa. Jóan Símun hevur ikki nakað landsliðsmál síðani september 2022. Eyðsæð er, at Eyðun satsar uppá aðrar í fremstu røð. Spurdur um hetta til úttøkuna svaraði høvuðsvenjarin Portalinum á hendan hátt:
- Eg havi ikki hug at fara ov nógv niður í smálutir við spælarum, sum ikki eru við. So kann mann skjótt koma at tosa niður á fólk, og fleiri av hesum, sum ikki eru við nú, hava gjørt nógv fyri føroyskan fótbólt - stórir profilar. Hava tó valt at fara við eitt sindur yngri spælarum hesaferð. Tað snýr seg eitt sindur um samanseting av hópi, eitt sindur um dagsform kanska og eitt sindur um, hvat vit hava brúk fyri til hesar báðar uppgávurnar.
- Vit hava ikki havt lut í tí, sum hevur frammanundan. Vit koma ikki at hava lut í tí, sum fer at henda aftaná. Men júst hesar báðar dystirnar eru tað vit báðir -Atli og eg har eg havi høvuðsábyrgdina - sum hava tikið landsliðið út. Vit hava valt at seta hann saman á hendan hátt, har tað eini 6 broytingar samanborið við seinasta hóp. Eg haldi, at hetta er ein ordiliga góður og spennandi hópur - eisini hóast onkrir ordiliga góðir spælarar mangla.
Sí eisini: Eyðun: - Upplagt at fara eftir trimum sum ikki hava verið við (Video)
Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava tikið hesar 23 spælararnir út til uppgávurnar í Armenia, 14. november, og Norðurmakedónia 17. november.
Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia
Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Ási Dam, HB Tórshavn **
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Miðvallarar:
Hallur Hansson, KÍ Klaksvík *
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Noah Mneney, HB (leigaður úr FK Bryne) *
Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (Noreg)
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad (Noreg)
Poul Kallsberg, Víkingur **
Framherjar:
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ *
* Vóru ikki við seinast
** Fyri fyrstu ferð á A-landsliðnum
Í mun til seinast eru Samuel Johansen Chukwudi/Sonni Ragnar Nattestad, Hørður Askham (skaddur), Daniel Johansen, Hannes Agnarsson, Klæmint Andrasson Olsen og Jóan Símun Edmundsson ikki við.
Sí eisini: Børn fylkjast um føroyska liðið (Myndir)
Teir, sum eru búsitandi í Føroyum, hava vant fýra ferðir saman í vikuni. A-landsliðið fer úr Vágum í morginárini og lendir í Armenia um midnáttarleitið føroyska tíð.
Portalurin verður við á ferðini, og hava vit ymiskt tilfar úr landsliðsleguni í "lagnuvikuni" í Nations League við fyribils venjaratoyminum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald