Hondbóltur

Ljóð: - Vit standa okkum ikki nóg væl eftir steðgin

Lata ov nógv mál inn og brenna ov illa í seinna hálvleiki, staðfestir Peter Krogh. Landsliðsliðskiparin spældi sjálvur ikki tá vegna føroyska 7 móti 6-spælinum. Hoyr ljóðsamrøðu.

Peter Krogh hugdi at og royndi at stuðla frá bonkinum í 2. hálvleiki. Liðskiparin spældi annars væl í miðverjuni fyri steðgin - hann iðrar seg um, at hann ikki fekk leiklut, men hetta var vegna dystarætlanina og 7 móti 6 (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Peter Krogh hugdi at og royndi at stuðla frá bonkinum í 2. hálvleiki. Liðskiparin spældi annars væl í miðverjuni fyri steðgin - hann iðrar seg um, at hann ikki fekk leiklut, men hetta var vegna dystarætlanina og 7 móti 6 (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2024-11-11 16:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er sjálvandi ein tung kensla í dag.

Hetta staðfestir Peter Krogh, tá vit fáa fatur á landsliðsliðformanninum beint áðrenn fráferð úr Litava.

Hann staðfestir, at seinni hálvleikur ikki var nóg góður: Føroyar fingu ikki fatur á ukrainum í verjustøðu og brendu ov nógvar stórar málmøguleikar.

Peter Krogh stóð ógvuliga væl í miðverjuni fyrstu stóru tjúgu minuttirnar men spældi sjálvur ikki eftir steðgin - hetta tí at Føroyar spældu 7 móti 6 og Pætur Mikkjalsson og Teis Horn Rasmussen harvið báðir skuldu vera inni í álopinum.

- Tað iðri eg meg um, menn hatta var okkara ætlan, og soleiðis er tað bara.

Nú skal hyggjast nærri uppá dystin, men man má lata vera at gera nøkur ting, sum vit gjørdu eftir steðgin, framyvir, staðfestir Peter í samrøðuni niðanfyri:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder