Johanne Graugaard stóð væl, men eftir at hon hevði mist takið eitt sindur, og leiðslan hjá Aalborg var eitt mál, tók Annika Fríðheim Petersen yvir.
Og føroyski landsliðsmárlverjin so gott sum stongdi málið seinastu løtuna í lykladystinum móti Aarhus í gjárkvøldið.
Annika bjargaði 7 av 11 skotum, sum raktu Aalborg-máli. Harvið stóð hon við bjargingarprosenti á 63,6, sum er sera høgt. Eisini fyri "bert" tjúgu minuttir.
Harvið hevði 25-ára gamla hoyvíkskvinnan lyklaleiklut. Tað er týdningarmikið fyr Føroyar, at Annika stendur væl í EM-endaspælinum, sum byrjar seint í mánaðinum.
Annika fegnast eftir ein landsdyst (
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen spælir eisini fyri Aalborg. Hon hevði ikki ein so góðan dyst á høgra bakki men skoraði tó eitt mál.
Við sigrinum klatrar uppflytarin úr Aalborg uppá 8. plássi í deildini við 14 liðum. Átta umfør eru spæld.
Jana og Pernille eru uppi millum tær fremstu
Hin landsliðsmálverjin er við liðnum, sum liggur aftast í fremstu donsku deildini. Rakul Wardum hevði tvær bjargingar av fimm skotum í dystinum móti Viborg leygardagin. Har spældi Jana Mittún aftur væl fyri Viborg - hon skoraði 4 mál og legði upp til tvey mál.
Seinni sama dag vunnu Pernille Brandenborg og København í Silkeborg. Føroyski landsliðsliðskiparin og strikuspælarin skoraði eitt mál av trimum skotum og legði upp til eitt. Bæði København og Viborg hava tólv stig fyri átta dystir.
Sí eisini: Pernille vann á Janu
Maria Pálsdóttir Nólsoy spælir eisini fyri Claus Mogensen, landsliðsvenjara, í felagshøpi. Ungi bakspælarin ger bart í løtum, og í 30-25 tapinum fyri Sønderjyske um vikuskiftið skoraði Maria uppá øll síni trý skot og legði eisini upp til trý mál.
Maria Pálsdóttir Nólsoy í EM-undandysti í Íslandi. 20-ára gamli bakspælarin kann verða umráðandi í Basel (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Súna Krossteig Hansen hevur ikki spælt fyri Skanderborg seinastu tíðina - hetta vegna skaða í fótinum. Sum skilst hevur viðgerðin tó gingist væl, og fer kviki bakspælarin at royna at spæla mikudagin, tá Sønderjyske vitjar. Sùna kann fáa stóran týdning í Sveis.
Seinastu dystirnir í bestu donsku deildini, har sjey føroyskir A-landsliðspælararnir spæla, verða í hesari vikuni. Føroyska A-landsliðið savnast í Føroyum mánadagin um eina viku (18/11).
Støðan í Kvindeligaen sæst her
Sí eisini: EM-hópurin er endaliga hópurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald