Fótbóltur

Ljóð: - Atli er ein av mínum fyrimyndum

Eg eri til reiðar at spæla í miðverjuni, á miðvøllinum ella hvar tað skal verða, sigur Gunnar Vatnhamar, sum bara vil spæla fyri Føroyar. Fyrst skal hann tó hava ein slang. Hoyr ljóðsamrøðuna.

Gunnar Vatnhamar hevur verið fastur maður í byrjanaruppstillingini hjá landsliðnum seinastu árini. Helst byrjar hann inni undir fyribil venjaratoyminum eisini - spurningurin er bara hvat (Savnsmynd: EPA)

Gunnar Vatnhamar hevur verið fastur maður í byrjanaruppstillingini hjá landsliðnum seinastu árini. Helst byrjar hann inni undir fyribil venjaratoyminum eisini - spurningurin er bara hvat (Savnsmynd: EPA)

2024-11-12 00:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frankfurt, Týskland (Portalurin): Beint áðrenn vit fóru umborð til triðja og seinasta flogtúrin í dag, fingu vit orðið á Gunnar Vatnhamar.

29-ára gamli leirvíkingurin er spentur at spæla á landsliðnum aftur. Hann setur í samrøðuni niðanfyri orð á blandaðar dagar í Íslandi, við tapi Í “finaluna um meistaraheitið men enn einum sigri í Conference League.

Síðani hansara leiklut á landsliðnum, hvat skal til í Armenia og Norðurmakedónia í vikuni, sítt samband við fyribils hjálparvenjaran og nógva ferðing.

Føroyska ferðalagið lendi um midnáttarleitið í Yerevan. Har er klokkan fýra tímar frammanfyri okkara tíð. Dysturin millum Armenia og Føroyar verður hósdagin klokkan 17 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder