Hillerød vitjaði í Hobro í 16. umfari í næstbestu donsku deildini í í gjár. Liðið skuldi standa seg uttan Adrian Justinussen, sum var á veg til Armenia við A-landsliðnum.
Sí eisini: Loksins lendir í Yerevan
Daniel Johansen hevur verið við allar landliðstúrarnar í 2024, men nýggja fyribils venjaratoymi valdi Ása Dam frammum vinstra bakkinum hjá Hillerød.
Daniel hevur heldur ikki spælt nakran minutt í hesari Nations League kappingini - hevur sitið á bonkinum aftanfyri Viljorm Davidsen allar fýra dystirnar.
26-ára gamli fyrrverandi HB'arin og EB/Streym'arin hevur tó staðið seg væl sum vinstri vongbakkur fyri Hillerød seinastu mánaðirnar. Serliga frameftir. Nú hevur hann tvey mál, umframt eitt upplegg.
Hillerød spælir sum oftast við trimum miðverjum, og harvið er Daniel vongverji - Adrian er vanliga beint frammanfyri landsmannin.
Daniel Johansen skeyt eisini nøkur brotsspørk í HB-tíðini og vísti sín góða skotteknikk (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Eftir dystin í gjár er Daniel byrjaður inni í 6 av teimum seinastu 7 dystum hjá liðnum, sum liggur nummar 7 av teimum 12 liðunum í NordicBet-deildini.
Tað gekk væl í fyrra hálvleiki hjá útiliðnum: Eftir ttírggjar minuttir var 0-1 í Hobro, og Daniel Johansen øktti við púra tryggum og flottum brotssparki, sum danskir viðmerkjarar róstu nógv.
Brotssparksmálið hjá føroyinginum sæst HER.
Hillerrød helt tó ikki fast eftir steðgin, og tað endaði 2-2. Daniel spældi í 75 minuttir - síðani varð hann skiftur út. Tá var 2-2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald