Yerevan, Armenia (Portalurin): - Fyri fyrstu ferð í 26 mánaðir er Hallur Hansson við á einum landsliðstúri.
Tveir álvarsamir knæskaðar, frával og annað hava lagt meinbogar í vegin seinastu stóru tvey árini.
Nú spøkir ein skaði aftur hjá 32-ára gamla miðvallaranum.
Ímóti endanum av venjingini í gjár noyddist Hallur Hansson út, tí hann merkti eitthvørt í tjúkkanum.
Undan venjingini tosaði Hallur Hansson við Jógvan Skeel Nolsøe frá KVF (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Um tað er eitt strekk, ein lítil fipur ella nakað heilt triðja er óvist, men Eyðun Klakstein hevur á tíðindafundi júst váttað, at Hallur Hansson er ivasamur til dystin móti Armenia í morgin.
- Hann venur ikki saman við hinum í kvøld. Hallur venur saman við fysioterapeutinum, og so fáa vit at síggja. Hann er eitt ivamál til dystin móti Armenia.
Føroyska liðið fer nú at venja á armenska tjóðarleikvøllinum, har spælt verður í annaðkvøld klokkan 17. Meira tilfar herfrá seinni.
Hallur Hansson hitar upp fyri seg
Hann og fysioterapeuturin Álvur Hansen vóru nakað fyri seg og gjørdu øvilsir, meðan hinir vandu á Vazgen Sargsyan Republican Stadium
Dagført: 16.55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald