Fótbóltur

Føroyar spæla mest sannlíkt við trimum miðverjum í morgin

Tað velst um, hvussu vit spæla tað, sigur Eyðun Klakstein. Fyribils landsliðsvenjarin dylur ikki fyri, at tað verður ein serstakur dystur fyri hann í Armenia í morgin.

- Vit fava arbeitt øðiliga hart seinastu vikurnar og skulu fyrst og fremst avrika væl í morgin. Ofta fær man eisini løn fyri stríðið, segði Eyðun Klakstein at enda á tíðindafundinum í Armenia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Vit fava arbeitt øðiliga hart seinastu vikurnar og skulu fyrst og fremst avrika væl í morgin. Ofta fær man eisini løn fyri stríðið, segði Eyðun Klakstein at enda á tíðindafundinum í Armenia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-13 20:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Fyrst av øllum vil eg siga, at tað er gott at vera aftur í Armenia. Eg var her við U21-landsliðnum í fjør tá vit vunnu á Hvítarusslandi, sum tá spældi á uttanveltaðum vølli. Tað var okkara flottasti sigur í undankappingini. Tá vóru 35 hitastig – gott at tað ikki er tað nú.

Soleiðis legði Eyðun Klakstein fyri á sínum fyrsta tíðindafundi uttanlands sum føroyskur A-landsliðsvenjari. Annað av lokalu miðlafólkunum spurdi, hvussu tað ber til, at Føroyar hava staðið seg so mikið væl sum fótbóltsland seinastu árini.

- Vit eru ikki eitt stórt land. Menningin hevur tó verið stór seinastu árini á ymiskum økjum. Har hevur man flutt seg innan venjaraøki – við at hava størri toymi og størri fakligheit ymsastaðni – við spælarum sum venja meira, og við evropeiskum avrikum og harvið fleiri pengum. Fleiri landslið hava fingið góð úrslit. Men vit eru eisini greið yvir, at vit vilja gjarna flyta okkum væl meira afturat.

[object Object]
Armenski tíðindamaðurin spyr føroyska landsliðsvenjaran

[object Object]Meðan umsett verður lýða aðrir á

Hin armenski tíðindamaðurin á staðnum spurdi Eyðun um støðuna hjá londunum, sum bæði hava havt venjaraskifti síðani 2-2 dystin á Tórsvølli 10. oktober.

- Føroyar og Armenia eru í líknandi støðu. Bæði hava skift venjara áðrenn tveir teir seinastu dystirnar og royna at broyta nøkur ting. Bólkurin hevur higartil verið ógvuliga javnir, har einstaklingar hjá Norðurmakedónia hava verið avgerandi fyri, at teir eru farnir frá hinum liðunum. Bæði føroyingar og armenar halda helst, at tey burdu havt fingið fleiri stig burturúr undanfarnu dystum. Í Føroyum heldur man til dømis, at tað burdu verið trý stig heldur enn eitt móti Armenia. Hinvegin halda tit armenar helst, at tit burdu fingið nakað burturúr á heimavølli móti Norðurmakedónia.

Armenia er á 2. plássi í bólkinum við fýra stigum men bert tvey stig frammanfyri Føroyar, ið eru aftast við trimum stigum fyri fýra umfør.

Í mun til mótsstøðuliðið í morgin, so siga bæði Eyðun Klakstein og Brandur Hendriksson Olsen, sum var við til tíðindafundin eisini, at talan er um eit tekniskt sterkt lið. Brandur gjørdi mun sum innskiftari í fyrra dystinum millum liðini og helt, at Føroyar burdu vunnið fyrra dystin landanna millum. Tá kom eitt mál inn í yvirtíðini. - Har eru nakrir veikleikar hjá teimum, sum vit kunnu gagnnýta, og tað eru tveir ymiskir leikháttir, sum hittast, staðfesta venjari og spælari.

[object Object]

Sí eisini: (Myndir) - Fyrsta føroyska venjingin í Armenia

Spæla mest sannlíkt við trimum miðverjum – sjálvandi nakað serligt fyri meg persónliga

Til venjingarnar í síðstu viku, og serliga til venjingina í gjár, vóru greiðar ábendingar um, at Føroyar fara at spæla í 5-4-1/3-4-3 leikskipan. Hetta er tann sama, sum Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava nýtt á U21-landsliðnum alla seinastu undankappingina – hetta er eisini líknandi tí, sum Brandur Hendriksson spælir í Fredrikstad, og setti hann orð á tað HER.

HER ber til at lesa hvat Adrian Justinussen heldur um skipanina, og hvat Hillerød-spælarin sigur um framtíð sína.

Tá Portalurin spurdi um leikskipan og møguligar fyrimunir við 5-4-1/3-4-3, svaraði landsliðsvenjarin, at tað snýr tað seg  millum annað um mótsstøðuliðini og tað mitt fyri á vøllinum.

- Vit skulu finna ein hátt at spæla uppá, sum vit allir kunnu standa saman um og avrika í. Tað er sannlíkt, at vit spæla við trimum miðverjum í morgin. Tað er millum annað tí, at bæði Armenia og Norðurmakedónia gjarna vilja bróta ígjøgnum sentralt, og so hava vit jú nógv fólk har. Tað merkir eisini, at vit kunnu leysgeva miðvallararnr eitt sindur í summum førum – at teir hava orku at leypa á. Tað velst um, hvussu vit skulu spæla tað. Ikki hvussu leikskipanin eitur. Vit halda, at her er eitt gott útgangspunkt og ein góð ætlan, sum skjótt skal útførast.

[object Object]Vazgen Sargsyan Republican Stadium føroyska liðið vandi her fyri løtu síðani - og spælir her í morgin

Fyri 51-ára gamla venjarin verður tað nakað serligt, at í morgin standa á odda fyri A-landsliði hjá sínum landi:

- Fyri meg er hetta sjálvandi ein spennandi uppgáva. Tað var ein heiður at verða spurdur. Eg havi verið landsliðsvenjari leingi – hjá ymiskum ungdómslandsliðum. Tað er sjálvandi nakað heilt serligt, nú tá tað er A-landsliðið. Eg fokuseri tó á tað fótbóltsfakliga nú. Vit fava arbeitt øðiliga hart seinastu vikurnar og skulu fyrst og fremst avrika væl í morgin. Ofta fær man eisini løn fyri stríðið, sigur Eyðun Klakstein at enda.

Les eisini: Eyðun: Ein stórur heiður at fáa møguleikan

Sí eisini: Hallur er ivasamur hósdagin

Føroyar og Armenia spæla Nations League-dyst í morgin klokkan 17 lokala tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder