Fótbóltur

Ljóð: - Eg eri fegin vegna spælararnar

Vit byggja á ymiskt, sum hevur verið frammaundan - á landsliðnum og aðrastaðni, sigur venjarin Eyðun Klakstein. - Tað var ein verjudystur, og vit vardu væl saman. Hoyr samrøðu.

Eyðun Klakstein til sín fyrsta dyst sum føroyskur A-landsiðsvenjari. Hann endaði væl: Við 1-0 sigri á útivølli sum setti Føroyar í nógv betri støðu í bólkinum (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

Eyðun Klakstein til sín fyrsta dyst sum føroyskur A-landsiðsvenjari. Hann endaði væl: Við 1-0 sigri á útivølli sum setti Føroyar í nógv betri støðu í bólkinum (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

2024-11-14 20:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Yerevan, Armenia (Portalurin) - Hetta var ein kaotiskur og nakað dramatiskur dystur.

Fyribils føroyski høvuðvenjarin viðurkennir, at Føroyar ikki fingu nakað serligt spæl at koyra í kvøld, og at tað veruliga varð ein verjudystur. 

At verja gjørdu Føroyar tó væl, vísir Eyðun Klakstein á. Hann er fegin um, at verjuætlanin, millum annað við ikki at lata nógv koma ígjøgnum sentralt, eydnaðist. Føroyska liðið vardi eisini væl saman, staðfestir hann fyri Portalinum.

- Hetta er ikki nakað, sum er gjørt uppá stutta tíð. Hesar seks venjingarnar og hesa tíðina hava vit arbeitt hart men bygt á tað, sum hevur verið frammanundan. Eisini á arbeiðið í feløgunum og tað sum spælararnir sjálvir koma við.

51-ára gamli klaksvíkingurin hevur ein A-landsdyst og ein sigur sum høvuðsvenjari. Skjótt fara hann, Atli Gregersen og hinir at hyggja uppá, hvat man kann gera fyri at sigra í Skopje sunnudagin eisini.

Hoyr samrøðuna við fegna fyribils høvuðsvenjaran niðanfyri:

Nations League Deild C, bólkur 4
5. umfar - í dag, hósdagin 14.11 á Vazgen Sargsyan Republican Stadium
Armenia - Føroyar 0-1 (0-1)
33' Viljormur Davidsen, br. 0-1

Føroyska liðið (5-4-1/3-4-3): Teitur Matras Gestsson - Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Gunnar Vatnhamar, Odmar Færø, Viljormur Davidsen (L) . Jóannes Bjartalíð, Brandur Hendrikson Olsen, René Shaki Joensen og Adrian Rúnason Justinussen - Páll Andrasson Klettskarð.

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: 
62' Hanus Sørensen (René Shaki Joensen)
68' Meinhard Egilsson Olsen (Páll Andrasson Klettskarð) og Petur Knudsen (Adrian Rúnason Justinussen)
75' Noah Mneney (Brandur Hendriksson Olsen) og Sølvi Vatnhamar (Jóannes Bjartalíð)

Høvuðsvenjari (fyribils): Eyðun Klakstein

Støðan í bólkinum:
1. Norðurmakedónia 10 stig *
2. Føroyar 6 stig 
3. Armenia 4 stig
4. Lettland 4 stig *

* Ein dyst færri - spæla seinni í kvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder