Skopje, Norðurmakedónia (Portalurin): Fyri fyrstu ferð í tvey og eitt hálvt ár spældi Hallur Hansson aftur landsdyst fyri Føroyar.
32-ára gamli miðvallarin gekk fremst inn á Todor Proeski leikvøllinum. Hann hevur havt trupulleikar við tjúkkanum í vikuni - ikki tann besta upptaktin, staðfestir Hallur fyri Portalinum, og spældi hann 57 minuttir.
Miðvallarin kundi ikki nokta, at hann hevði eyka summarfulgar í búkinum undan landsdysti nummar 73. Persónliga merkti tað nógv fyri Hall at spæla.
Hallur Hansson í viðtalu við Portalin (Mynd:Tróndur Arge)
Nú sær hann fram til eina góða tíð við føroyska landsliðnum - hvørjum tað so verður undir. Royndi landsliðsspælarin hevur eisini rósandi orð til Eyðun Klakstein, Atla Gregersen og restina av fyribils toyminum.
Hoyr samrøðu við Hall Hansson niðanfyri:
Nations League deild C - bólkur 4, seinasta umfar
Todor Proeski leikvøllurin, sunnudagin 17. november
Norðurmakedónia - Føroyar 1-0 (0-0)
62' Bojan Miovski
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jann Julin Benjaminsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen - Hanus Sørensen, Hallur Hansson (L), Brandur Hendriksson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen - Petur Knudsen
Innskiftingar:
58' René Shaki Joensen fyri Hall Hansson
79' Jóannes Bjartalíð fyri Meinhard Egilsson Olsen - Páll Andrasson Klettskarð fyri Petur Knudsen
85' Sølvi Vatnhamar fyri Hanus Sørensen - Adrian Rúnason Justinussen fyri Brand Hendriksson
Endaliga støðan í bólkinum eftir seks umfør:
1. Norðurmakedónia 16 stig
2. Armenia 7 stig
3. Føroyar 6 stig
4. Lettland 4 stig
Sí eisini: Tóku ikki av móti Norðurmakedónia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald