Hondbóltur

Eru nú av álvara í gongd við EM-fyrireikingarnar

Í dag er EM-hópurin saman í Runavík og venur tvær ferðir. Í morgin gongur leiðin til Klaksvíkar. Umframt nógvar venjingarnar næstu vikuna eru eisini vitjanir, samansjóðing og venjingardystir móti Svøríki á skránni.

Rakul Wardum og hinar eru saman í Runavík í dag, har venjingar og ymiskt annað eru á skránni. Í morginárini gongur leiðin norðureftir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Rakul Wardum og hinar eru saman í Runavík í dag, har venjingar og ymiskt annað eru á skránni. Í morginárini gongur leiðin norðureftir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-19 14:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Í gjár, mánadagin 18. november, vóru allar 18 í føroyska EM-hópinum saman til venjing á Skála.

Allur dagurin í dag verður nýttur í Eysturoynni. Tað er hinumegin fjørðin: Í Runavík. Hondbóltsfelagið Tjaldur, sum hevur heimstað har, var eitt stutt skifti í hesari øldini við í oddinum í føroyskum kvinnuhondbóltinum.

Tær allarflestu í hópinum eru úr høvuðsstaðarøkinum - fleiri hava tó sum vera man ættarbond aðrastaðni eisini. Tær, sum ikki eru uppvaksnar í Havn ella í Hoyvík, eru úr Vestmanna (Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen er hálvur strandingur). Undantakið er Pernille Brandenborg, sum er fødd og uppvaksin í Danmark men er hálvur klaksvíkingur.

Tað er júst í Klaksvík, at kvinnulandsliðið í morgin vitjar stóra fólkaskúlan í býnum, hevur venjing og eisini hevur nakað av sanamsjóðing/liðbygging. Slíkt er eisini á skránni í kvøld, og er tað eisini ein umráðandi liður í fyrireikinginum: Tað kann geva nakað til hondbóltin á ymsan hátt, og tá hópurin skal vera so nógv saman næstu tvær vikurnar er umráðandi við onkrum, sum er nakað øðrvísi.

[object Object]Jens á Skipagøtu er mentalur venjari hjá liðnum og stendur fyri ymiskum øðrvísi aktivitetum - her sæst hann saman við Anniku Fríðheim Petersen í leiklutinum sum málmansvenjari, sum hann var í fyrr í ár í Íslandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Klaksvík og Skála, sum eru nevnd omanfyri, verða karmur um venjingardystirnar hjá føroysku kvinnunum undan EM-endaspælinum. Tað er Svøríki B, sum vitjar bæði í Badintonhøllini í Klaksvík fríggjakvøldið klokkan 19 og á Skála leygardagin klokkan 16.

Talan er í stóran mun um spælarar, sum til dagliga spæla í bestu svensku deildini. Hetta er gott stig, og talan verður tí helst um góða avbjóðing og roynd hjá Føroyum nú stutt áðrenn endaspælið.

[object Object]

Sum heild venur og vitjar liðið nógv kring landið í hesari vikuni fram til fráferð 27. november. Mánadagin eru fyrst venjing og skúlavitjan á Giljanesi - ikki langt frá flogvøllinum - og síðani venjing í Kollafirði á skránni.

Harvið nógvar venjingar ymsastaðni, nakað av øðrvísi fyrireiking, tveir venjingardystir og nøkur høvi hjá børnum og fjepparum annars at heilsa uppá føroyska EM-hópin.

Portalurin fer at fylgja EM-fyrireikingunum og verður sjálvandi við í Basel

Føroyski hópurin:

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Vengur:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Brynhild Pálsdóttir, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil

Strikur:
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Brynja Høj, Neistin

Bakkar:
Elsa Egholm, H71
Lukka Arge, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Marita Mortensen, HØJ (DEN)

Dystarskráin í Sveis:
Fríggjadagin 29. nov kl. 17.00 Sveis – Føroyar
Sunnudagin 1. des kl. 14.30 Kroatia – Føroyar
Týsdagin 3. des kl. 17.00 Føroyar – Danmark

Sí eisini: Tað verður eisini stór upphiting í Sveis


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder