Sum vit skrivaðu um vikuskiftið, so er avtala komin í lag millum Dan í Soylu og HB
Sí eisini: HB fær spælarar úr B68 og KÍ
Tekniskt sterki miðvallarin hevði annars sáttmála við KÍ fyri 2025, men sum skilst fekk Dan í Soylu avtalu í lag við KÍ um at strika sáttmálin eftir eitt heldur miseydnað ár.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Nú 28-ára gamli Dan í Soylu spældi fyri HB í árunum 2018-2023. Har var hann við at vinna tvey FM og steypakappingina fýra ferðir. Nú er endaliga greitt, at hann aftur skal spæla í reyðum og svørtum - og undir Adolfo Sormani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald