B68 kunngjørdi í gjárkvøldið sín nýggja hjálparvenjara. Talan er um ein mann, sum hevur spælt saman við Jákupi á Borg, verið venjari saman við honum og um ein, ið kennir B68-høvuðsvenjaran væl.
Talan er um Fróða Clementsen, sum var hjálparvenjari hjá Jákup Á Borg í B36 í árunum 2017 til 2020. Hetta tíðarskeiðið vann B36 minniligu steypafinaluna á grannunum (í 2018), spældi við um FM til seinasta dag í 2019 og kom samanlagt víðari fimm ferðir í Evropa í 2019 og 2020.
Fróði Clementsen saman við Jákupi á Borgi og Tróndi Vatnhamar eftir Europa League-sigur hjá B36 í Montenegro (Mynd: B36)
B68 skrivar, at Fróði býr í Hoyvík - men er hálvur nesmaður. Mamman er av Nesi. Tað var í B68, at Fróði spældi sínar fyrstu dystir í bestu føroysku deildini í 1999. Hann hevur, sambært FaroeSoccer, spælt 164 dystir í bestu deildini og hevur vunnið greipuna bæði við B36 og EB/Streymi.
Fróði avloysir Jákup Reinert Højgaard. Ungi venjarin av Saltnesi hevur verið hjálparvenjari hjá Jákupi á Borg seinasta árið og stóð á odda við síðulinjuna til dystin við Løkin í seinasta umfarim, tá B68 helt sær uppi við 4-1 sigri á NSÍ.
Jákup R. Højgaard var eisini við A-landsliðnum í Armenia og Norðurmakedónia í seinastu viku sum greinari. B68 skrivar, at "av ymiskum orsøkum liggur tað ikki fyri hjá honum at halda fram". Sum skilst er onkur møguleiki fyri, at Jákup fer at royna seg sum venjari uttanlands í 2025.
Jákup á Borg og Jákup Reinert Højgaard fegnast eftir 4-1 sigurin á NSÍ
Jákup Reinert Højgaard í Armenia saman við René Shaki Joensen og Eyðuni Klakstein. Hann var við A-landsliðnum sum greinari og er ein av spannandi ungu føroysku venjarunum (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Fróði Clementsen hevur eisini verið málmansvenjari í B36, og er í løtuni málmansvenjari hjá U17 landsliðinum. Á Toftum er Tróndur Vatnhamar málansvenjari, og harvið savnast teir tríggir vinmenninir og fyrrverandi lið- og starvsfelagarnir í B36 aftur í einum felagi.
Allan Tungá hevur verið í venjaratoyum saman við øllum hesum, og hevur Allan verið kropsligur venjari hjá B68 seinastu trý árini. Mánadagin boðaði B68 frá, at hann heldur fram á hesum postinum.
Harvið er venjaratoymið hjá B68 til 2025 sum so endaliga uppá pláss. B68 slapp í evstu løtu undan niðurflyting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald