Seinastu seks árini hevur hann spælt fyri NSÍ, men nú fer Búi Egilsson at royna seg í EB/Streymi, har sannlíkindini fyri fleiri minuttum eru størri.
Ikki tí; áslopskendi spælarin spældi 26 dystir fyri besta liðið hjá NSÍ í ár, men nógvir vóru sum innskiftari. Búi er ein spælari, sum brádliga kann gera mun og hevur eitt tev fyri at verða í røttu støðunum. Hann er hartarbeiðani við einum góðum hugburði.
Síðani 2019 hevur Búi Egilsson umboðað NSÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)
28 ára gamli vágbingurin hevur samanlagt spælt yvir 300 dystir í Betrideildini og 1. deild og skotið 80 mál. Hann er uppvaksin í VB/FC Suðuroy og spældi við samanlagda TB/FCS/Royn í 2017 og 2018, har gjøgnumbrotið í Betrideildini kom.
Búi Egilsson og EB/Streymur hava skrivað undir sáttmála fyri 2025.
Í seinastuni hevur EB/Streymur longt við venjaran Sigfríða Clementsen, umframt Óla Eyðsteinsson Poulsen og Virgar Jónsson sum eru týðandi spælarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald