Fótbóltur

U19: - Mótstøðan var ov sterk

Føroysku U19-dreingirnir koma tómhentir heimfrá EM-undankappingini eftir tap fyri Spania, Eysturríki og Kosovo. Samanlagt varð tað 0-9.

Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 3-0 fyri Spania, síðani 4-0 ímóti Eysturríki, og í síðsta dystinum taptu Føroyar 2-0 fyri Kosovo (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 3-0 fyri Spania, síðani 4-0 ímóti Eysturríki, og í síðsta dystinum taptu Føroyar 2-0 fyri Kosovo (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2024-11-20 15:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Spania, Eysturríki og Kosovo vóru ov sterk fyri føroyska U19-landsliðið við dreingjum, sum tapti allar tríggjar dystirnar í EM-undankappingini.

Hetta staðfestir Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari í dag.

– Vit vistu framman undan, at hetta fór at vera torført, men vit høvdu tó alla tíðina trúnna upp á, at vit kundu gera okkurt… Nú aftaná mugu vit so bara staðfesta, at mótstøðan var ov sterk.

Tað sigur Øssur Hansen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum. Síðstu vikuna hevur liðið Pristina í Kosovo.

Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 3-0 fyri Spania, síðani 4-0 ímóti Eysturríki, og í síðsta dystinum taptu Føroyar 2-0 fyri Kosovo.

Les meira um seinasta dystin her: Føroyar fara heim uttan stig og uttan nakað mál

Kappingin í bólkinum var annars ógvuliga jøvn millum Eysturríki, Spania og Kosovo, sum øll endaðu við seks stigum í part. Men av tí at eysturríkar og spaniumenn høvdu betri málmun enn vertirnir, verða tað Eysturríki og Spania, ið fara víðari til annað umfar.

[object Object](Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder