Hondbóltur

Myndir: Hondbóltskvinnurnar á vitjan í Klaksvík

EM-hópurin sum skal til Sveis í næstu viku hevur fyrrapartin verið á Skúlatrøð og gjøgnumført eina sjóroynd á Sjónámi.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-20 13:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Lógvabrestirnir rungaðu í skúlanum á Skúlatrøð, tá kvinnulandsliðið kom á vitjan í morgun.

Einir 400 næmingar vóru savnaðir, og eisini skúlaorkestrið spældi tveir sangir. Aftaná framførsluna og nakrar spurningar til spælararnar frá forvitnu børnunum, varð autograf-skrivingin sett í gongd.

Bíðirøðin var long, men kvinnurnar góvu sær tíð at heilsa uppá spentu næmingarnar og skriva teimum ein autograf á plakat ella á landsliðsblusu.

Sí eisini: Eru nú av álvara í gongd við EM-fyrireikingarnar

Aftaná hetta varð farið í Sjónám, har teambuilding var á skránni. Farið varð gjøgnum at royna ymisk trygdarátøk. Spælararnir sluppu í gjøgnum neyðsliskuna, í yvirlivilsisdraktir og síðani upp í bjargingarbát.

Seinnapartin, klokkan 14.30, verður venjing í Badmintonhøllini og her er møguleiki hjá áhugaðum at koma at hyggja.

Føroyar spæla venjingardyst í júst Badmintonhøllini fríggjakvøldið 22. november klokkan 19. Talan er um fyrra venjingar dystin móti Svøríki B.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder