Í fyrireikingunum til EM í Sveis venur kvinnulandsliðið í fleiri hallum hesa vikuna og til miðskeiðis í næstu viku, tá fráferð er til Basel.
Klaksvíkin var í dag karmur um virksemið hjá landsliðnum. Byrjað var við skúlavitjan á Skúlatrøð, har einir 400 spentir næmingar fingu høvi at heilsa uppá og fáa autograf frá spælarunum.
Seinni varð vitjað á Sjónám og ein sjóroynd varð gjøgnumførd.
Seinnapartin var venjing í KÍ-høllini. Mótstøðuliðið í dag var eitt dreingja U16-lið.
Nakað av børnum vóru komin at hyggja eftir venjingini.
Sí myndir úr KÍ-høllini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald